Tá kontugjaldið kemur í gildi 1. august í ár, verða kundar, ið bara hava eina lønarkontu og/ella eina pensjónskontu í BankNordik, eisini undantiknir kontugjaldinum.
Tá kontugjaldið kemur í gildi 1. august í ár, verða kundar, ið bara hava eina lønarkontu og/ella eina pensjónskontu í BankNordik, eisini undantiknir kontugjaldinum.
“Endamálið við kontugjaldinum er at tryggja, at allir kundar rinda fyri at brúka tænastur bankans. Eisini kundar, ið ikki brúka bankan regluliga,” sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik. Samstundis er hornasteinurin í virkisætlan bankans, at tað skal loysa seg hjá kundunum at savna síni fíggjarviðurskifti í BankNordik. Tískil er ein stórur partur av kundum bankans longu undantikin kontugjaldinum.
“Vit mugu tó ásanna, at nakrir kundar, sum bara hava pensjónskontur og lønarkontur í bankanum, ikki eru fevndir av áður fráboðaðu undantøkunum. Hesir kundar verða nú eisini undantiknir kontugjaldinum, og vit harmast um, at hetta ikki var greitt í fyrsta umfari,” sigur Janus Petersen.
Sum áður fráboðað, eru tað heilt nógvir kundar, ið longu sleppa undan at gjalda kontugjald. Ítøkiliga eru hesir kundar undantiknir:
– Allir kundar, ið eru føddir áðrenn 1. januar 1945
– Allir kundar undir 18 ár
– Nordik360 kundar
– NordikSolo kundar (18-28 ár)
– NordikUng kundar (13-18 ár)
– NordikBørn kundar
– Kundar, ið hava minst 100.000 kr. í samlaðum fíggjarviðurskiftum við bankan (ein samanlegging av lánum, samansparingum o.ø.)
Nú eru so eisini allir kundar, ið einans hava lønarkontu og/ella pensjónskontu í bankanum, undantiknir kontugjaldinum.
Kontugjaldið er 20 kr. um mánaðin, og hetta er uttan mun til, hvussu nógvar kontur kundin hevur í bankanum. Sostatt skal eingin kundi rinda meiri enn 20 kr. um mánaðin.
BankNordik mælir kundum, ið ivast í, um teir skulu gjalda kontugjald, til at seta seg í samband við bankan.




