Tann 9. september 2014 lýsti landsstýrið eina kunngerð, ið ásetir samsýningar o. a. sambært kommunustýrislógini.
Eftir hesi kunngerðini kann tað hava ávirkan á bæði samsýningina til einstøku kommunustýrislimirnar og á lønina hjá borgarstjóranum, um fólkatalið í kommununi kemur uppá 5.000.
Men óvist er, um tað at 5.000 borgarar nú búgva í Klaksvíkar kommunu, fær ávirkan á lønirnar hjá teimum stýrandi beinan vegin. Kunngerðin sigur nevniliga, at tað avgerandi er, hvussu nógv fólk búgva í kommununi tann 1. januar í árinum, tá valið er.
Valið verður í november og 1. januar í ár var fólkatalið í kommununi ikki komið uppá 5.000.
Ber ikki til at fáa váttað ella avsannað
Vit hava roynt at spurt hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum um hetta, men tey vísa til Fíggjarmálaráðið. Í Fíggjarmálaráðnum vísa tey til Kommunufelagið, og í Kommunufelagnum er eingin at hitta í løtuni.
Um lønirnar hækka í sambandi við at fólkatalið fer uppum 5.000, so fer borgarstjórin úr 37. uppí 38. lønarflokk. Fyri vanligu býráðslimirnar hækkar gjaldið ikki fyri hvønn einstakan fund, men talið av fundum kann hækkað úr 24 uppí 36 um árið.
Sum sagt, so ber ikki til at fáa staðfest frá landsins myndugleikum í løtuni, um lønarútreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu hækka nú ella seinni.




