Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LØNARSTJÓRI TIL FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ

LÝSING

Vit sóknast eftir einum framskygdum, ágrýtnum og dugnaligum lønarstjóra at standa á odda fyri og menna lønar-­ og starvsfólkaumsiting landsins


Starvið:

Lønarstjórin er ráðgevi hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í málum, sum viðvíkja lønum og setanartreytum hjá landsins starvsfólkum. Lønarstjórin er leiðari fyri lønardeildini. Á lønardeildini starvast í løtuni 3 fólk.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

standa á odda fyri sáttmálasamráðingum hjá landinum og samskipa framhald av gjørdum sáttmálum

hava ábyrgdina av at áseta lønir

vera ráðgevi hjá landsins arbeiðsgevarum í arbeiðsrættarligum og setanarrættarligum spurningum

vegleiða og kunna um starvsfólkaviðurskifti

førleikamenna starvsfólkið og standa fyri starvsfólkarøktini

góðkenna lønarsáttmálar hjá kommununum

Førleikakrøv:

skal megna at arbeiða undir stórum trýsti

skal hava leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata

skal hava samráðingarroyndir

skal hava royndir við starvsfólkarøkt og -­”menning

skal hava hóskandi útbúgving

Setanarviðurskifti:

Starvið er flokkað í 38. lønarflokki hjá Felagi Tænastumanna Landsins, hóast tað ikki er tænastumannastarv. Eftirlønargjaldið er 15%. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmálaráðið, stovnar undir ráðnum, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini.

Umsókn:

Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu stílast Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, og sendar sum teldupostur til: bab@fmr.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. septembur 2016. Starvið verður sett frá 1. novembur 2016 ella eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra, telefon: 35 20 20 ella 50 20 85.

Fíggjarmálaráðið skipar landsins búskaparstýring og leggur grundarlagið undir, at landsfyrisitingin greiðir sínar uppgávur væl. Høvuðsarbeiðsøkini hjá Fíggjarmálarráðnum eru: Búskaparmál, skattamál, fíggjarmál og lønar-­” og starvsfólkamál.

www.fmr.fo

VIT DRAGA EINA LÍNU – VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI – VIT VILJA VITA – VIT BRÓTA SLÓÐ