– Sveits, Monako, Luksemborg og Dubai er svarið
Nýggjur útlendingaskattur fær nú vælløntar danir at
búseta seg aðrastaðni enn í London, halda serfrøðingar
Tokki hjá vælløntum dønum fyri at búseta seg í London av teirri orsøk, at har er lættari skatting fyri útlendingar, fer nú helst at bliknað, tí Javnaðarstjórnin í landinum hevur nústani samtykt nýggja skattalóg, sum serstakliga fer at raka útlendingar, skrivar business.dk.
Í framtíðini skulu útlendingar upplýsa útlendsku inntøkur teirra til bretskar myndugleikar, teir skulu gjalda skatt av peninginum, eisini um tey eru skattað í øðrum landi. Í staðinfyri at gjalda skatt av inntøkuni, kunnu tey rinda ávísa upphædd á 30.000 pund, ella umleið 300.000 krónur.
Um so er, at hesi 30.000 pundini ikki vera rindað árliga, skulu hesi skattast av teirra útlendsku inntøkum á sama hátt, sum bretar sjálvir verða skattaðir, tað er upp til 40 prosent.
Ríkidømi sum ikki kann droymast um
Løgfrøðingur og formaður fyri danska-enska handilskamarið, Per Troen, heldur, at hesar nýggju reglar fara at fáa vælhavandi útlendingar til at sleppa London og royna at búseta seg á øðrum støðum í Evropu.
“Fyrsti bólkurin eru tey ógvuliga ríku, sum hava tílíkt peningaligt ríkidømi og so nógvar ognir, at vit ikki skulu hugsa um at droyma um tað. Hesi síggja nýggju skattareglurnar sum brot á tað álit, sum annars er uppbygt ígjøgnum ár, og sum hevur tryggjað ein lágan skatt. Um so er, at altjóða samfelagið missir trúnna á, at Ongland kann roknast sum skattaskýli, eru tey horvin. Tey fara so ístaðin at flyta til Sveits, Monako, Luksemborg ella Dubai,” sigur Per Troen sambært business.dk.
Ráðgevari í skatti hjá Ernst and Young, Per Lundbæk Christensen, heldur tó ikki, at nýggju reglurnar hava nakran serligan týdning fyri vælhavandi við stórum tvísifraðum milliónaognum.
“Men fyri fólk við meiri vanligum inntøkum og ognum frá útlandinum, kunnu nýggju reglurnar væl vera heldur ótespuligar. So ávísir danir og aðrir útlendingar fara sjálvsagt at sleppa sær úr Onglandi. Hesar hoyra vit longu um. Hesir koma ikki heimaftur til Danmarkar, men flyta í onnur lond. Møguliga er eitt stað Sveits ella aðrar staðir har skatturin er lágur,” sigur Per Lundbæk Christensen.
nj
Keldu 180 grader
www.keldu.com




