Skrá fyri túrin
Í døgunum 21. juli – 28. juli skipar Norðlýsið saman við Atlantic Airways og Alex Sólstein sum ferðaleiðara, fyri spennandi bólkatúri til London og París.
Upplivingar á ferðini:
• Vit vitja tveir teir mest stórfingnu høvuðsstaðirnar í Evropa
• Vitja Natural History Museum/ Science Museum og London Eye
• Vitja Westminster Abbey, St. Paul´s Cathedral og uppliva eitt “top show” í London
• Ferðast úr London til Paris undir Ermarsund við Eurostar
• Uppliva útsýnið yvir Paris úr Eiffel Torninum og fara inn á verðsins kendasta museum, Louvre.
• Vitja verðsins størsta og kendasta slott, Chateau de Versailles og síggja Spegilssalin og kongaligu “gemakkini” har
• Vitja Notre Dame
• Rundferð í miðbýnum í Paris og síggja kendastu støðini.
21. juli
Fráferð Vágar 07:00 – Koma Stansted 09:15
Við bussi úr Stansted og inn til London. Avegis sightseeing við steðgi á Natural History Museum og vitjan umborð á London Eye. Verða á hotellinum kl. 17.00
Kekka inn á ROYAL NATIONAL HOTEL, 38-51 Bedford
Way, London, WC1H ODG. Hetta er størsta hotellið í Miðlondon. Morgunbuffé.
Døgurði á hotellinum ella á matstovu í nánd.
22. juli
Heildags útferð í London til Westminster Abbey, St Paul´s Cathedra o.a.m.
Aftur á hotellinum. Stundir at fyrireika seg til kvøldið
Fráferð við bussi til Pre-Theatre døgurða. 3 rættir
Farið verður til ein kendan sangleik (www.londontheatredirect.com)
Bussurin koyrir okkum aftur til hotellið
23. juli
Í morgum verða vit koyrd við bussi til jarnbreytarstøðina St Pancras, har vit fara við Eurostar frá London til Paris. Hetta tekur uml. 2 tímar og 30 min. Koma til Paris beint eftir middag.
Verða avheintað av bussi á Gare du Nord jarnbreytarstøðini í París, og fara á ein panorama sightseeing túr í Paris, har vit síggja t.d. Place de la Concorde, Eiffel Tornið, Triumfbogan og Louvre Museum, aðrenn vit verða koyrd til hotel Carltons 3*, sum liggur bert fáar minuttir frá Montmatre. Her gista vit tær næstu 3 næturnar.
Um kvøldið koyrir bussur okkum til eina matstovu, har vælkomu døgurði verður, og aftaná verður ein kunning um Paris.
24. juli
Heildags útferð í Paris. Vitjað verða Louvre, Eiffell Tornið og Notre Dame. Eiffel Tornið er veruliga vørumerki fyri Paris, og er tað mest vitjaða staðið í heiminum. Bygt í 1887, er tað enn tann hægsti bygnaðurin í París og er so høgur sum eitt hús við 81 hæddum. Vitjað verður á 2 hædd, haðani stórfingið útsýnið er yvir býin.
Louvre Museum er eitt tað mest vitjaða, elsta og størsta og kendasta listasavnið í heiminum. Áðrenn tað bleiv til savn var bygningurin ein kongsborg, og er savnið kent fyri at hýsa fleiri av heimsins mest virðismettu listaverkum.
Nevnast kunnu Mona Lisa eftir Leonardo da Vinci, The Virgin
and Child with St. Anne, Madonna of the Rocks og Venus frá Milo.
Notre Dame Cathedral er ein gothiskur katedralur. Har er setri hjá erkibiskupinum av Paris. Notre Dame er víðakend sum tað fínasta dømi um franskan –gotiskan byggilist.
Døgurða um kvøldið. Gista á Carltons Hotel.
25. juli
Í dag fara vit ein hálvdagstúr til Château de Versailles.
Tá kongsborgin varð bygt, var Versailles ein lítil landsbygd. Men í dag er tað ein forstaður í París. Frá 1682, tá kongurin Louis XIV flutti hagar úr París, og til tann kongaliga familjan varð noydd at flyta aftur í høvuðsstaðin í 1789, var Court of Versailles misðstaður fyri valdið í Ancien Régime France.
Týdningarmest á vitjanini er: Spegilssalurin – har sáttmálin, sum fekk enda á fyrra veraldarbardaga, varð undirskrivaður. Haðani er eitt frálíka vakurt útsýni yvir urtagarðarnar. The King’s State Apartments – har tú finnur sovikamarið hjá bæði konginum Louis XVI og drotningini Marie Antoinette.
Frí í París restina av degnum.
Gista á Carlton hotel.
26. juli
Frí um morgunin.
Seinnapartin verður farið við bussi til Gare du Nord og umborð aftur á Eurostar tokið, sum koyrir til Kings Cross St Pancras í London.
Komin til London verður farið við bussi aftur á Royal National Hotel, har vit gista í 2 nætur.
27. juli
Frídagur í London. Ùtferðir eftir egnum ynski
Um kvøldið verður døgurði á matstovu mitt í býnum.
Gista á Royal National Hotel
28. juli
Morgumatur
Kl. 11.00 við bussi til London Stansted, haðani flogið verður heimaftur við RC365 kl 14:55
Kl. 17:00 koma í Vágar.
Tilmelding
Tilmelding á Norðlýsinum á tel. 45 62 85 í vanligari arbeiðistíð
Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 2. juni 2008 kl. 16.00.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum í skránni.
Prísur
13.900,- pr. persón
Eyka fyri einkultkamar 2481,-
Við í prísinum:
Flogferð, 7 nætur á hotelli við morgunmati, døgurði 4 dagar, flutningur við bussi, atgongumerki til Sangleik, London Eye og tey støð vit vitja, útferðir til kirkjur




