Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

London, Peking – og Tórshavn um at kódna í sót?

Eftir Gunnar Gallstein

Tað var í Stóra Bretlandi, at ídnaðar kollveltingin fyrst gjørdi um seg. Í London og Liverpool og øðrum stórbýum vórðu bygd ídnaðarvirkir í hópatali. Orkan kom øll frá koli, og har stóð guvan av svartari sót upp úr hundraðtals skorsteinunum.

Tað var í Stóra Bretlandi, at ídnaðar kollveltingin fyrst gjørdi um seg. Í London og Liverpool og øðrum stórbýum vórðu bygd ídnaðarvirkir í hópatali. Orkan kom øll frá koli, og har stóð guvan av svartari sót upp úr hundraðtals skorsteinunum.

Enska orðið fyri royk er “smoke” og fyri mjørka “fog”. Eins og hjá okkum var tað vanligt í Bretlandi at mjørki breiddi seg av og á. Tað nýggja var, at sótið frá skorsteinunum hópaðist við mjørkan, so at hesin gjørdist rættiliga døkkur og skitin. 

Hetta nýggja fyribrigdi: mjørki við sót í fekk navnið SMOG, samansett av ensku nøvnunum á mjørka og royki. Hetta navnið Smog hevur síðani verið nýtt um allan heim fyri hetta fyribrigdi.

Har sum ídnaðargerðin fer fram eftir stuttari tíð, stendst ofta nógv dálking.

Kina størsta vandaøki í dag

Í dag eru tey serliga plágað av smog í stórbýunum í Kina. Ongastaðni í heiminum hevur verið so bráður búskaparligur vøkstur um har, og høvuðs orkukeldan hevur verið kol, eins og í Bretlandi á sinni. Dálkingin er øðilig; tað gerst hálvaskýmt á miðum degi, og viðhvørt verður bannað fólki at fara út fyri dyr.

Henda dálkaða luftin – smog – er sjálvandi ógvuliga heilsuskaðilig.

Er nú vandi á ferð í Føroyum?

Í sambandi við vandan fyri smog eru Føroyar helst tað tryggasta landið í heiminum. Dálkingarkeldurnar eru so evarska smáar, at vandin fyri smog er als ikki til her. Og harumframt er hetta sum kunnugt tað mest vindherjaða landið,sum er til, so at her kundi aldri nakað smog støðast.

Í Stóra-Bretlandi og í Kina hava teir framkomna mátiútgerð, sum støðugt fylgir við smog-vandanum og boðar frá í somu løtu, sum vandi er á ferð. Eisini hava teir tilbúgvingar ætlanir, so at teir kunnu flyta alt fólkið burtur, um tað veruliga leikar á.

Hví skulu bara stórveldini hava slíkt? Tað hevði sjálvandi verið stuttligt, um eisini vit kundu haft slíkar greiðir. “So ein ding muss ich auch haben!”, sum týskarin segði.

Og mín sann: nú ein dagin vóru tey gleðilig tíðindi at hoyra í útvarpinum, at føroyska umhvørvisstovan longu hevði útvegað sær slíka útgerð – enntá til 2 kanningarstøðir. Og tað hevur eydnast teimum at fáa hendur á einum føroyskum evnaserfrøðingi, at standa fyri hesum nýbroti í almennum virksemi.

Onnur støðin skal verða mitt í Havnini, har teir meta vandan at vera størstan og hin í Hoyvík; støðin í Hoyvík skal umboða restina av Føroyum.

Tá ið hetta alt er komið í rættlag, er ætlanin helst at kunna almenningin hvønn dag í kringvarpinum um mátingarnar. Dagsins smog-mátingar verða at hoyra saman við veðurtíðindunum og hartil síggjast í Degi og viku.

Fyri at gera tað rættiliga áhugavert átti at verðið umhugsað at fingið Tryggingarsambandið Føroyar at gjørt ein smog-film í stíli við teir stuttligu filmirnar, teir hava í sambandi við veðrið í sjónvarpinum, sum øll gleða seg til, tí teir eru so stuttligir.

Gunnar Gallstein