Tað hevur ikki gingið so gott at fáa gott summarveður higartil í ár. Í dag er longsti dagur, og hyggjandi nakrar vikur aftureftir eru bert stuttar løtur at minnast aftur á við góðum summarveðri.
Tað hevur ikki gingið so gott at fáa gott summarveður higartil í ár. Í dag er longsti dagur, og hyggjandi nakrar vikur aftureftir eru bert stuttar løtur at minnast aftur á við góðum summarveðri.
Næstu dagarnar fer veðrið heldur ikki at uppføra seg, soleiðis sum vit fegin høvdu viljað.
Í dag – longsta sunnudag – liggur eysturættin við slavtoku inn yvir oyggjarnar. Í flestu støðum er sýnið vánaligt, serliga eystantil í landinum. Longur vestur vit hyggja, klárari er veðrið. Júst soleiðis, sum tað eigur.
Tað er eitt lágtrýst á 1009 hPa, sum gevur okkum eysturættina í dag. Ikki er trýstið í miðjuni serliga lágt, tí er lítil megi í veðrinum – lítil og eingin vindur um okkara leiðir.
Lágtrýstið fer at førka seg í ein landsynning í dag og í morgin niður í Norðsjógvin. So kemur aftursíðan (vestursíðan) av lágrýstinum at leggja seg yvir okkum við høgætt og tí, sum hartil hoyrir.
Tí fer ættin at broytast í dag úr eystri upp ímóti norðuri. Í kvøld verður ættin landnyrðingur; í morginári klokkan 8 landnyrðingur-norðan. Talan verður ikki um nakað serligt av vindi – minni enn 8 m/s – og soleiðis fer veðrið eftir øllum at døma at tigna sær teir næstu 5 dagarnar – t.e. vindur av norði ella nær við norðan í 5 dagar, skiftandi ímillum 3 og 8 m/s. Hitin fer at liggja um 8 til 10 stig, tó verður munur á, hvussu ættin fer at kennast norðan- og sunnantil í landinum. Nøkur stig.
Dagarnar til hósdagin fer tað fyri mesta at vera turt veður, men tó kunnu lokal æl koma av og á. Ættirnar skikka seg so ymiskt kring landið.




