Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Longsulin eftir viðurkenning

Danial Viðoy

Fyri nógvum árum síðani var einki Facebook til, var eingin alnót til. Og var viðkomandi ikki viðurkendur millum manna, var torført at finna sniðvegir viðurkenningar aðrastaðni. – Unglingin í dag, hevur Facebook og onnur tiltøk at venda sær til í dag, har møguleiki er fyri persónligari váttan, ið hvussu er eina løtu.

Fyri nógvum árum síðani var einki Facebook til, var eingin alnót til. Og var viðkomandi ikki viðurkendur millum manna, var torført at finna sniðvegir viðurkenningar aðrastaðni.Unglingin í dag, hevur Facebook og onnur tiltøk at venda sær til í dag, har møguleiki er fyri persónligari váttan, ið hvussu er eina løtu.

Lívið hevur ikki altíð verið so ”lætt” sum tað er í dag, har eitt klikk kann elva til persónliga gleði eina løtu. Vart tú ikki viðurkendur fyrr, tá ið einki internet var, var trupult at finna røttu løtuna, har møguleiki var at lyfta seg sjálvan á sama støði sum onnur.

Hanus Samró nevnir í innganginum til sína nýggjastu skaldsøgu, at ein ungur drongur mátti reypa seg til viðurkenning fyrr. Siga ting um seg sjálvan, ið ikki passaðu. Her meinar hann við sluppirnar, tá ið tað ”vemmiliga” prátið var á lofti.

Tá ið sluppurnar so lógu inni í øðrum landi, mátti unglingin vera tann, ið gjørdi mest av og var tann allarblíðasti. Tað var hart fyri ein 14 ella 15 ára gamlan. Ikki eins lætt og tað er í dag.

Í dag eru onnur kor. Vit kenna tey øll. M.a. á Facebook. Í summum førum endar Facebook við at vera ein følsk troyst. Longsulin eftir viðurkenning kann nøkta sín tørv her.

Tað eru eisini aðrir hættir at vinna sær viðurkenning. Øll tiltøkini, sum eru í Føroyum í dag, og serliga um summarið. Vit kunnu taka G! sum dømi.

Høvuðspersónurin í bókini hjá Hanusi Samró er ein teirra, ið leitar sær troyst og viðurkenning á Facebook. Eitt nú, tí hann hevur nakrar lorta vinir, ið altíð gera sær dælt av honum. Á G! finnir hann nýggjar vinir, ið viðurkenna hansara veikleikar og styrkir í rúsinum. Hann ger seg tí enn meira upp og ger ting, ið hann annars ikki hevði torað.

Slíkar týpur síggja vit eisini í veruleikanum. Nú er hendan týpan eisini væl og virðiliga lýst í eini ungdómsskaldsøgu, sum eitur ’Ein Dagføring’. – Vil heita á øll um at lesa hana, tí hon nertir við nakað, sum vit øll í dagsins samfelag kunnu læra nakað av.

LES EISINI: HANUS SAMRÓ VIÐ EINI DAGFØRDARI UNGDÓMSSKALDSØGU