Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LookNorth hevur stórar framtíðarætlanir

Oliver Joensen

Virkið hevur latið umsókn inn til Klaksvíkar Býráð. Talan er um bygging av nýggjum virkisbygningi upp á umleið 4.500 fermetrar í ummát.

Árni Skaale, virkisleiðari og ein av eigarunum, sigur, at virkið bleiv stovnað í 2000. Tá var byrja við at framleiða kassar úr plasti til fiskaídnaðin, teir sonevndu “flamingokassarnar”. Men skjótt aftaná, longu í 2002, var fari undir at gera flot inn í aliringarnar. Seinni var eisini farið undir at framleiða bjálvingarplátur til byggivinnuna.

Í 2004 mentu vit virkið til at framleiða harðplast. Byrjað var við trolkúlum.

Virkið er í støðugari menning, sigur Árni Skaale víðari. Tað eru bert umleið seks ár síðani vit bygdu upp í virkið, soleiðis at tað gjørdist dupult so stórt sum tað hevði verið frammanundan, ella umleið 2000 fermetrar. Nú hava vit so ætlanir um ein nýggjan bygning á øðrum stað, sum uppaftur verður dupult so stórur sum hesin bygningurin er nú.

Umsókn um byggiloyvi er send býráðnum og kommuna hevur eitt tøkt økið við bátahylin á Borðoyarvík, sum helst hevði verið áhugavert hjá okkum.

Tað er nevniliga so, at nógv tann stórsti parturin av framleiðslu okkara fer av býnum. Fyri ferðsluna í Klaksvík er tað nevniliga ikki av leið at vit fara út um býin, tí einir 6-700 traillarar og nakað tað sama tal av lastbilum fara frá virkinum her árliga. Kanska kunnu vit fara at rokna við eini 2000 traillarum og lastbilum tá nýggja virkið verður veruleiki. Alt vit brúka, kemur í land í Kollafirði og nógv størsti parturin av tí vit framleiða fer av býnum.

Her kann eg ikki lata vera við at spyrja Árna Skaale hví teir so ikki leggja virkið onkra aðra staðni, tá nærum øll framleiðslan fer av býnum her? Árni er skjótur at svara: “Hevði eg ætla mær at selt ella verið á veg úr hesum virkinum, so hevði tað óivað komið upp á tal. Men tað er her eg vil virka, og so leingið sum eg eri drívmegin, so verður framleiðslan í Klaksvík”.

Men, leggur Árni afturat við einum smíli, tað er nú einaferð soleiðis, at tíðir broytast. Vit bygdu virkið her úti á kajøkinum í Klaksvík, tí vit skuldu levera til Faroe Salmon, sum tá lá beint niðanfyri her. Men har hendu stórar broytingar og virkið gav uppat, so sjálvandi kann tað vera lokkandi at flyta eitt virkið tættari til størstu kundarnar tú hevur í dag, men ongin veit hvat framtíðin hevur at bjóða.

Tíðir broytast og á okkara virki er sera umráðandi alla tíðina at hava fleiri bein at standa á, og tí royna vit at menna okkum á nógvum økjum. Í 2004 keyptu vit eina sproytumaskinu til harðplast, og í veruleikanum hevur hon verið ein langtíðaríløga, tú tað er í veruleikanum ikki fyrr enn nú, at hon er komin til sín rætt í framleiðsluni á virkinum. At vit keyptu maskinuna í 2004 komst av ILA trupulleikunum tá og vit máttu velja at royna okkurt annað at yvirlivað við, men tað er sum sagt fyrst nú, at maskinan rættuliga sæst aftur í umsetninginum.

Víðari sigur Árni Skaale, at virkið alla tíðina hevur roynt at ment nýggjar framleiðslur. Tað ber at kalla ikki til, uttan so at virkið hevur eitt rýmuligt avkast hvørt ár. At menna nýggjar framleiðslur er ein long tilgongd og tí hava vit valt at lata nærum allan vinningin aftur í virkið hvørt ár, hóast vit hava goldið út eitt ávíst vinningsbýti. Men uttan eitt gott avkast ber illa til at menna eitt virkið til nýggjar framleiðslur

Nú vit hava valt at søkja um annað øki at byggja á enn her, sum vit húsast í løtuni, kemst hetta av, at møguleikarnir her at byggja út eru fult troyttir. Her eru heilt einfalt ikki møguleikar at breiða okkum meira, tí hava vit valt at fara aðrastaðni.

Ein treyt, sum vit hava til nýggja økið har vit skulu byggja er, at vit skulu hava møguleikar framhaldandi at víðka um virkið. Vit tosa um at byggja eitt virki, sum er 4500 fermetrar til støddar og longsta mát á húsinum er um 150 metrar, so hetta er ein stórur bygningur. Bygningurin vit nú húsast í er um 2000 fermetrar. Um so var, at vit vildu bygt uppí hendan bygningin aftur nú, so ivist eg ikki í, at vit høvdu fingið trupulleikar við logistikkinum á virkinum, tað er eisini ein orsøk til at vit nú satsa upp á at byggja nýtt. Tað hevur sjálvandi eisini týdning, at vit kunnu selja hendan bygningin fyri ein hampuligan prís.

Her í húsinum hava vit sagt, at um tvey trý ár, skulu vit vera í nýggja bygninginum. Okkara image er alla tíðina at menna nýggjar framleiðslur og tí er ilt hjá mær at siga, hvussu nógv arbeiðspláss vera í nýggja virkisbygninginum, men í dag arbeiða 10-11 fólk í føstum starvi her, umframt tey, sum koma her av og á til arbeiðis, sigur Árni Skaale, stjóri á LookNorth at enda.