Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Looknorth keypt nýggjar maskinur

John William Joensen

Árni Skaale, stjóri á PF Looknorth í Klaksvík, sigur at teir seinri í ár fara undir nýggja framleiðslu

Verkfallið rakar sera hart í fiski- og alivinnuni. Øll virkini standa í hesum døgum manntóm, og stjórin á Looknorth sigur at virksemið  hjá teimum hevur ligið stilt síðan verkfallið byrjaði.
Men stjórin hevði eisini onkran sjólglotta til okkum og greiddi frá at teir júst hava keypt nýggjar maskinur.
 
Fara at framleiða trol-kúlur
”Fyri nøkrum árum síðan, tvs. í seinru hálvu av 90 unum, fóru einastu maskinur, ið framleiddu trolkúlur, í Føroyum av landinum.
Síðani hava føroyingar innflutt trolkúlur úr Íslandi, Danmark o.a..
Vit hava nú avgjørt at taka tann táttin upp og hava í tí sambandi keypt maskinur til endamáli.
–         Tað sum vit leggja okkum eftir í fyrstu atløgu er at famleiða til føroyska flotan.”
Maskinurnar, sum Looknorth  hevur keypt eru: ”sproyti/stoypi maskina”, ”sveisimaskina”, ”trýst-testari” og ein ”slag-testari”.
 
Fjøltátta framleiðsluna
Stjórin á Looknorth sigur at orðsøkin til at teir gera hesa íløguna er tann at teir meta tað hava týdning at fjáltátta framleiðsluna.
”Vit fáa á henda hátt fleiri bein at standa á og eisini tað at vit fáa nýggjan teknikk inn í býin sum jú er sera positivt fyri býin.
Tað er eingin loyna at vit í dag ógvuliga tengdir at alivinnuni sum í hesum døgum hevur tað ógvuliga trupult, men hetta er sum sagt ikki einasta orðsøkin til at víkka um framleiðsluna.”
 
Føroysku trol-kúlurnar
Árni sigur at trolkúlurnar teir fara undir at framleiða eru av tí slagnum sum trolmenn kenna í dag.
”Vit fara at gera tveir variantar av 8” kúlum. Eina til 1200 metra dýpi og eina til 2200 metra dýpi. Eisini fara vit at gera 11” kúlur til 1200 metra dýpi.
Seinri er ætlanin at gera aðrar variantar, men hetta kemur eftirspurningurin sjálvandi at avgera.”
Stjórin á Looknorth sigur at maskinurnar koma í august mánaða og vantandi verða teir  klárir at selja kúlur í oktober.