Tíðindaskriv: Um miðnáttarleitið mánakvøldið bórust tíðindini, at tað var eldur í hjá Looknorth í Klaksvík. Eldur var komin í elútbúnaðin á einari maskinu, ið framleiðir vørur úr EPS (flamingo).
Tíðindaskriv:
Um miðnáttarleitið mánakvøldið bórust tíðindini, at tað var eldur í hjá Looknorth í Klaksvík.
Eldur var komin í elútbúnaðin á einari maskinu, ið framleiðir vørur úr EPS (flamingo).
Ein maður var til arbeiðis tá skaðin hendi. Hann ringdi beinanvegin 112, men megnaði síðan sjálvur at sløkkja, áðrenn sløkkiliðið kom á staði stutt eftir.
Av tí at tað var borði so skjótt at, er skaðin ikki so umfatandi. Elskápið í maskinuni er brent upp, men enn vita vit ikki hvussu umfatandi skaðin er á maskinuna annars. Nakað av royk- og sótskaða er eisini í maskinhøllini, ið má vaskast øll sum hon er. Goymslan er púra óskaðla.
Arbeiði við at vaska maskinur og maskinhøllina er longu fari í gongd, í samráð við Trygd. Tað er Global Dry Ice, ið stendur fyri reinsingini.
Vit rokna við, at framleiðslan kann byrja aftur síðst í vikuni, og tí eiga okkara kundar ikki at merkja nakað til skaðan.
Samanumtikið mugu vit siga, at tá skaðin hendi, eru vit sloppin sera væl. Mest av tí at so rætt var borið at beinanvegin.
Annars er at siga, at hetta kom sum eitt sjokk, eftir at vit høvdu ein sera væleydnaðan Sjómannadag leygardagin, har vit høvdu millum 2.000 og 2.500 fólk á vitjan, bæði at síggja virkið, og at njóta ein kaffimunn við nýbakaðum vaflum.
Klaksvík 27. August 2014
Looknorth P/F




