Nú er møguleiki at stuðla Virkishúsinum við at geva lutir til loppumarknað. Tikið verður ímóti øllum uttan klæðum, verður sagt niðanfyri:
Loppamarknað í Virkishúsinum
Mánadagin 27. november og týsdagin 28. november er ætlanin at hava loppumarknað í Virkishúsinum. Vit heita tí á øll, sum eiga okkurt teimum ikki longur nýtist, um at koma oman í Virkishúsið við tí. Vit taka ímóti øllum lutum, tó ikki klæðum.
Allur innkomin peningur fer óskerdur til barna- og ungdomsráðið at gera tiltøk fyri
Loppumarknaðurin er ein roynd at fáa foreldur og onnur, sum ikki hava sína vanligu gongd í Virkishúsinum at koma framvið at heilsa uppá okkum, fáa ein kaffimunn og eitt prát, og hvør veit……kanska gera tit eisini kvettið.




