Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LOVSANGSRÁÐSTEVNA Í KELDUN, SKÁLAFIRÐI

John William Joensen

Í døgunum 17 til 20 apríl, skipar Keldan í Skálafirði fyri lovsangsráðstevnu undir heitinum: HEILAGUR ER HARRIN

Tíðindaskriv.

Á ráðstevnuni verða seminar, workshop, møtir og konsertir.

Høvuðstalari á ráðstevnuni verður Tom Inglis úr Avstralia.

Í stuttum kann sigast um Tom Inglis:
Hann var føddur í Skotlandi og flutti sum 14 ára gamal saman við foreldrum sínum til Suður Afrika. Tom og konan Barbara blivu frelst í desember 1976, stutt áðrenn hann fekk master grad í vísund av universitetinum í 1977. Hann hevði sína egnu fyritøku, sum evnafrøðiligur ráðgevi, til hann í 1982 fór í fulltíðartænastu sum tónleikaleiðari í Rhema Ministry í Johannesburg. Í 1984 hevði Tom eitt serligt møti við Harran, meðan hann sat og granskaði, í umleið 40 min., har visiónin um altjóða Salmodi var fødd.
Hann helt tó fram til ár 1987 at fullføra ymiskar uppgávur í Rhema samkomuni, tá hann kendi tað neyðugt at gevast í fulltíðartænastu í samkomuni, fyri at geva seg heilt til altjóða Salmodi. Hann og familjan hildu fram, sum limir av samkomuni tey næstu sjey árini, tá tey fluttu í 1994 til San Diego, Kalifornia.
Tom tænti yvir alt Amerika og millumtjóða í fýra ár, har hann fyri tað mesta undirvísti í tilbiðjanarlívsstíli. Síðani í 1998 tók hann av møguleikanum at vera lovsangsleiðari og hjálparpastor í New Covenant Fellowship í Temecula, Kalifornia. Ígjøgnum tey næstu árini blómaði samkoman og Gud føddi eina visión í Tom at planta eina nýggja samkomu í Sydney Avstraliu. Familjan kom til Sydney í apríl 2002 og byrjaði Sydney Life Church, í norður Sydney í útjaðaranum av Mosman í august, sama árið.
Tom hevur ferðast runt í nógvum londum og undirvíst boðskapin hjá altjóða Salmodi og nógv rokna hann, sum ein undangongumann á hesum øki innan tilbiðjanar- og lovsangstænastu.
Kona Tom, Barbara hjálpir Tom at leiða samkomuna saman við børnunum Kirsty, David og Jessica Joy. Samkoman blómar og saman við soninum David hevur hann eitt sterkt toymi at stuðla sær við altjóða Salmodi.
Eisini koma onnur at luttaka á ráðstevnuni við sangi, undirvísing o.a.
Meiri fæst at vita um ráðstevnuna við at seta seg í samband við Eyðun Jacobsen tlf 596161 ella Keldan tlf 449962