Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Loyvt at happa jólatrø?

John William Joensen

Heldur ikki í ár far jólatræðið í Vágstúni frið. Onnur myndin var tikin leygardagin og hin fyri løtu síðan.

Frá býráðnum verður sagt at ótangar hava gjørt seg inn á træðið meira enn eina manshædd, so teir hava verið óførir.
Perirnar eru tiknar úr og brotnar niður í moldina so teir hjá gartnaranum skera fingrarnar tá teir royna at hampa um moldina.

Málið er meldað til løgregluna sum í fjør fangaði ótangarnar.

Sum Norðlýsið skilir hevur politiið eisini sterkar ábendingar um hvørjir gerningsmennirnir eru.