Myndarøð: KÍF tók seg inná Team Klaksvík síðstu løtuna av dystinum, men síðsta orðið fekk Ludvík Súnason hjá Team Klaksvík, tá hann í síðsta álopinum hjá heimaliðnum skoraði avgerandi málið. Í verjuni megnaði Team klaksvík at verja fyri seinasta álopinum, og so kundi Team Klaksvík tryggja sær enn ein tepran sigur á heimavølli.
Undan dystinum skrivaðu vit m.a. um, at Team Klaksvík hevur tapt fleiri dystir seinastu tíðin og at fleiri leikarar hava manglað. Í dag var hinvegin alt við tað, sum tað var frammanundan útidystunum. Liðið var fullmannað frammanfyri stórari áskoðarafjøld, tó at hon ikki var eins stór sum til onkrar av dystinum fyrr í ár.
Team Klaksvík hevði leiðsluna nærum allan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki mentist KÍF og kom uppá javnt 17-17. Eftir hetta fylgdust liðini, har Team Klaksvík hevði leiðsluna, tá tað ikki var javnleikur. Móti endanum kundi sigurin farið báðar vegir, men Ludvík Súnason hjá Team Klaksvík fekk síðsta orðið og staðfesti sítt framúr kappingarár higartil. Í verjuni fingu miðverjarnir og málverjin hjá Team Klaksvík fatur á nógvum og sostatt eydnaðist tað Team Klaksvík at koma uppá 10 stig. Eitt stigatal, sum fá undan kappingini mundu vænta, at liðið fór at fáa áðrenn jól.
Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Ludvík Súnason við 8 málum, meðan Sámal á Tjaldrafløtti skoraði 7 mál. Hjá KÍF skoraði Magnús Múller 7 mál.










