Leikalund hevur í samband við Torradagarnar eina forvitnisliga framsýning umframt at borðreitt verður við kaffi og hjallskøku
Lugarkaffi og framsýning av torralutum, stendur skrivað í skránni í samband við tiltak í Leikalund.
Framsýningin er forvitnislig við ymiskum lutum og harímillum var ein stór plakat, sum kendi listamaðurin – Óli Petersen – hevur gjørt.
Eisini er hugnaligt lýsingarskelti frá fyritøkuni F/A EXPRES, hjá Óla Jákup Jacobsen, sum var ein kend býarmynd.
Á lýsingarskeltinum stendur soleiðis skrivað:
-Stórseiðir ivir 40 cm. blógvaur 0/45 – kg.
Reyðfiskir undir 20" 0/60 kg.
Ivir 20" 0/20
Hojlt stórir – Ongan prís
F/A EXPRES
v/ojj
Eisini er ein lítil standmynd av Óla Jákup, sum Óli Petersen hevur gjørt úr peru-træ.
Edward glaður fyri Torradagarnar
Í Leikalund hittu vit Edward Fuglø, listamann, sum m.a. hevur gjørt 100 ára frímerki av Klaksvík.
Hann helt at Torradagar var ein kærkomin mentannarstevna.
– Tað sum mær dámar sera væl við Torradøgunum er at tað eru fleiri smærri tiltøk, sum ikki eru so formell.
– Tað hevur altíð verið ein mangulvøra við mentannartiltøkum í Klaksvík men Torradagarnir borðreiða við fleiri smærri tiltøkum.
– Hetta er sera fólksligt og hugnaligt og tað haldi eg vera sera gott, segði kendi listamaðurin – meðan vit fingu okkum heimbakaða hjallskøku og kaffi í Leikalund.




