Tað var sera hugnaliga á Stangabrúnni sunnumorgunin aftaná at Sjómannadagurin var so væleydnaður og vit royndu at rudda upp eftir okkum.
Sluppin Jóhanna var ikki farin og blíðir sum teir altíð eru, bjóðaðu teir umborð til kaffi.
Har var sera hugnaligt niðri í lugarinum og sum ikki einaferð, tá tosað verður í lugarinum á sluppunum, so minnast menn aftur á gamlar dagar.
Prátið fall á vatn og reinføri umborð og sagt varð frá, hvussu menn máttu vanda sær um vatnnýtsluna, tí vatngoymslan hjá sluppunum var sera lítil og lítið var hildið um menn sum vaskaðu sær ov nógv.
Síðani bleiv samanborið við ídag, tá fólk kanska eru í brúsu fleiri ferðir um dagin og nærum vaska hendur hvørjaferð nortið er vit eitthvørt.
Tá tekur Sólvit Simonsen av Sandi, sum var ein av manningini á Johannu hendan túrin til Klaksvíkar, til: Ja, eg veit ikki, men fyrr var ein altíð so skitin um fingrarnar av arbeiði at skuldi man kasta sær á vatninum, so vaskaðu vit fingrarnar áðrenn. Í dag er vent í holini, nú vaska teir sær fingrarnar aftaná at teir hava pissa.
Ja mangt broytist.




