Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Luid í Leikalund

Hannefía Joensen

Framsýningin hjá Ian Luid letur upp fríggjadagin
klokkan 16.00.

Í mai mánaða fer Ian Luid at hava listarframsýning í Leikalund.

Ian, sum er 33 ára ganal, er ættaður úr Fuglafirði, men býr í løtuni í Havn. Hann hevur sum so mála tað hann minnist, og er tað vit kallað ein sjálvlærdur listarmaður. Seinastu 4-5 árini hevur hann tó valt av álvara at kasta yvir málningalistina, tó at hann eisini hevur arbeiði við síðuna av.

Tað mesta sum Ian í sínum málningum hevur lýst eru náttúrulýsingar og landslagsmyndir. Fyrr hevur hann nýtt akvarell, men nú eru talan um akrylmálningar. Talan er um áleið 18 málningar.

Ian hevur áður haft framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, í Riberhus í Fuglafirði, hevur verið við í framsýningum hjá Lions, eins og hann hevur haft framsýningar í útlandinum.

Framsýningin letur upp fríggjadagin klokkan 16, har øll eru vælkomin. Tá verður høvi at hitta listamannin ein og vit bjóða ein kaffimunn til gestirnar. Í hesum sambandi verður handilin opin til klokkan 19. Myndirnar verða hangandi allan mai mánaða og eru at síggja í vanligari upplatingartíð mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til kl 17.30 og leygardag frá klokkan 10 til klokkan 13.