Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Luis Suarez fær sín endaliga dóm í morgin

Danial Viðoy

Í morgin, hósdagin, fær Luis Suarez sín endaliga dóm frá CAS, sum er altjóða ítróttardómstólurin. Talan er sjálvsagt um fýra mánaðar longu bíti-revsinginga, ið hann fekk undir VM, sum bæði Barcelona og fótbóltssambandið í Uruguay kærdu. Í morgin fáa vit at vita, um tað hjálpti at kæra.

Tað verður í morgin klokkan tvey (fø. tíð) at Suarez fær svar upp á lagnu sína. Um revsingin verður fýra mánaðir, ella um dómurin verður styttur ella linkaður onkursvegna.

Tað upplýsir CAS í tíðindaskrivi.

Suarez beyt italska landsliðsleikaran Chiellini undir VM. FIFA dømdi tá áleyparin at missa níggju landsdystir og fýra mánaðir frá øllum fótbólti, tvs. fyri tí liðnum, hann umboðar vanliga.

Síðani er nógv hent. Liverpool seldi Suarez til Barcelona. Barcelona lat ikki revsinga við seg koma, og metti at hetta var alt ov harður dómur. Bæði Barcelona og fótbóltssambandið í Uruguay kærdu dómin til CAS. – Hoyringin í málinum var fríggjadagin í síðstu viku.

Núverandi dómur hevur við sær, at stjørnuáleyparin ikki kann umboða Uruguay til Copa America í 2015, og at hann ikki sleppur at spæla sín fyrsta dyst fyri Barcelona fyrrenn 24. august.

CAS er síðsti útvegur til tess at linka dómin. Svarið vita vit í morgin.