Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Luksemborg 2 – Bjartalíð 2

Jákup Ósá

Føroyar fingu eitt gott úrslit í Luksemborg í kvøld.

Luksemborg kom á odda 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan, men tað vóru Føroyar sum í málmøguleikum vóru omaná í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki økti Luksemborg til 2-0 og tað sá leyst og liðugt út. Men so var ikki. Hesar síðstu tveir dystirnar hava KÍ-leikararnir fingið størri leiklut og tað hevur sást aftur í málskjótingini. Tí við tveimum málum syrgdi vælspælandi Jóannes Bjartalíð fyri, at Føroyar javnaðu til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið. Eitt gott úrslit fyri Føroyar, sum ikki sígga út til at fáa trupulleikar við at varðveita plássið í deild C í Nations League.

Harleywoodpaint