Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lundbjerg vísti vegin, men HB vann aftur á slóðina

John William Joensen

Við tveimum málum í fyrra hálvleiki hevði Lundberg eina dreyma byrjan í Klaksvík

Leiklutirnir vóru umbýttir frá seinast tá tað var KÍ, sum í seinastu minuttunum kom við útjavnandi málinum, men hesuferð var tað HB, sum vann seg upp á javnleik.

KÍ liðið hamskift
Tað var ein sonn frøði at síggja hvussu væl KÍ spældi í fyrra hálvleiki. Sinicia, sum var úti við skaða í Fuglafirði, var aftur á KÍ liðnum og var settur í miðverjuna fyri Atla Danielsen, sum var fluttur upp á miðvøllin.
Við Christian Lundberg í front, var KÍ ein støðug hóttan men tað var líka við at alt slóknaði áðrenn dysturin var komin rættuliga í gongd.
Tá umleið 10 minuttir vóru leiktir fyri HB brotsspark, men Meinhard Joensen, sum hevur bjargað øll brotsparkini í ár, var eisini hesuferð hetjan tá hann stórbjargaði.
Tað var annars HB sum kom á odda í 18. minutti var málið sum Páll M. Joensen, men longu í 21. minutti var tað Lundberg sum setti gongd á málskoringina.
Tað var rættuliga sjónligt at hann hevur nøs fyri málum og í 21. minutti far KÍ fríspark beint uttan fyri brotsteigin. Christian Lundberg smekkar til lágt og tætt fram við múrinum, so útsýnið hjá Tróndi Vatnhamar ikki er tað best, og so situr bólturin í kassanum.
Í 24. minutti var Lundberg aftur upp á spæl. Paul Clapson lyftir bóltin inn í brotsteigin, Lundberg er hægstur og plaserar bóltin í málið og so er 2-1 til KÍ.
Hesa løtuna var KÍ flúgvandi. Nógvir leikarar luttóku í álopsspælinum og serliga kom KÍ nógv ígjøngum í síðunum.
Og tað var ígjøgnum høgru síðu at Harley í 35. minutti slapp inn um verjuna og sendi eitt rættuligt Beckham innlegg inn fyri Paul er hægstur og heddar bóltin í net meskarnar.
KÍ kundi fingið fleiri mál í fyrra hálvleiki og tí var tað við uppreistari pannu at leikarar fóru til hálvleiks.

HB vann seg upp á javnleik.
Nú alt tyktist at vera tapt royndi HB venjarin seg við útskiftingum og royndi at flyta liðið longur fram.
KÍ hinvegin fór út til seinra hálvleiki við sama útgangsstøði sum tá dysturin byrjaði, men sum so ofta sæð fyrr so royna leikarar at halda seg aftanfyri blóltin fyri ikki at missa leiðsluna.
HB fekk nú betur pláss og við tað at færri leikarar vóru villigir til at fara í álop, vóru KÌ atsøknirnar ikki so vandamiklar. 
Men 3-1 leiðslan hjá KÍ helt sær líka fram til 75. minutt tá Páll M. Joensen burtur úr ongum ger ársins mál.
Ein púra vandaleys støða er í vinstru síðu uttan fyri brotsteigin hjá KÍ. Páll er kringsettur av KÍ verjuni, men so smekkar hann brádliga til og bólturin siglur niður í høgra málhorn uttan nakran møguleika hjá Meinhardi í KÍ málinum at verja fyri.
Hetta setti rættuliga ferð á HB liðið og KÍ leikararnir gjørdust enn meira fjálturstungnir. Í 85. minutti far HB fríspark beint uttan fyri brotsteigin hjá KÍ. KÍ ger manngarð, men Rasmus Nolsøe lyftir bóltin hegnisliga upp um múrin og so noyddust klaksvíkingar at taka til takkar við einum 3-3 javnleiki.

KÍ misti tvey stig
KÍ hevur nú 22 stig, og vinnur EB/STR á Skála sunnudagin so koma teir upp á 30 stig. Undan kappingini var tað neyvan nakar sum hevði spátt KÍ eina plasering í oddinum í ár og hóast nógvir dystir eru eftir at leika so sær tað alt meira út sum um at KÍ skal verða nøgt við eina plasering millum topp fýra liðini í Formuladeildini. So er bara at vóna at KÍ megnar at vinna seg í finaluna um løgmanssteypið, men realistiskt sæð er alt annað meir enn vit kunnu roknað við.
KÍ misti í kvøld tvey týðandi stig, men enn eru møguleikar fyri at náa einum góðum úrslitið og við spælinum í fyrra hálvleiki í huga er alt møguligt.
Samanumtikið ein sera undirhaldandi, dramatiskur dystur millum feløgini, hvørs leikarar livdu upp til heiðurin at luttaka í hesum klassikara frá 1912.