Tá hesi fittu børnini frá frítíðarskúlanum Snjallubjallu gingu Lusia í býráðshúsinum, gjørdist løtan so sera jólalig og fjálg. Hesi seinnu árini hava børn, sum ganga á stovnum í Klaksvíkar Kommunu, lagt leiðina inn í býráðshúsið at ganga Lusia. Roynt verður at skifta ímillum teir ymsu stovnarnar, og hesuferð átti Snjallbjalla tørn.
| Tá hesi fittu børnini frá frítíðarskúlanum Snjallubjallu gingu Lusia í býráðshúsinum, gjørdist løtan so sera jólalig og fjálg. Hesi seinnu árini hava børn, sum ganga á stovnum í Klaksvíkar Kommunu, lagt leiðina inn í býráðshúsið at ganga Lusia. Roynt verður at skifta ímillum teir ymsu stovnarnar, og hesuferð átti Snjallbjalla tørn. Tey 15 børnini, sum luttóku, ganga øll í 1. flokki, og tey vóru sera áhugaði í at vita, um borgarstjórin mundi vera inni, og um hann fór at hyggja. Seinni segði tann eina gentan, at hon sá borgarstjóran, men hon tordi ikki at hyggja uppá hann, tí tað var so flóvisligt. |




