Tíðindaskriv: Neistin til Partille Cup 2016. Ungdómur Neistans fer aftur í ár til Svøríkis at luttaka í heimsins størstu hondbóltskapping Partille Cup.
Eins og undanfarin ár eru Neistahópurin sum fer til Gøteborg væl mannaður, eini 200 fólk eru í ferðalagnum sum fer avstað.
Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og tey ymsu liðini venja dúgliga bæði í høll og á graslíkisvøllum runt um í býnum.
Leikarar eru í aldrinum 10 – 16 ár og luttaka í kappingini sum verður í tíðarskeiðinum 4. – 9. Juli.
Talið av foreldrum og øðrum fjepparum plagar eisini at vera stórt, so blái Neistaliturin verður heilt vist eyðsýndur í Gøteborg í summar.




