Nú er luttakaralistin klárur til EM 2016 í svimjing, sum verður í London nú í næstu viku. Frægasta tilmelding hjá føroyingum er ikki óvæntað Pál Joensen í 1500 frí, har hann við 8. bestu tíð liggur til eitt finalupláss – ið tó ikki er sikkurt við tað at tað her á EM skal svimjast innleiðandi eisini í 800 og 1500, til at koma í finalu.
Kvinnur
- Í 50 frí er Signhild nr 62 av 68 luttakandi
- Í 100 frí er Sára nr 79 og Signhild nr 84 av 92 luttakandi
- Í 200 frí er Sára nr 63 av 71 luttakandi
- Í 400 frí er Sára nr 42 av 46 luttakandi
- Í 50 rygg er Signhild nr 41 av 47 luttakandi
- Í 100 rygg er Signhild nr 53 av 55 luttakandi
- Í 200 rygg er Signhild nr 38 av 39 luttakandi
- Í 200 blandað er Sára nr 42 av 45 luttakandi
- Í 400 blandað er Sára nr 28 av 28 luttakandi
Menn
- Í 400 frí er Óli nr 45 av 52 luttakandi
- Í 800 frí er Óli nr 27 av 32 luttakandi
- Í 1500 frí er Pál nr 8 og Óli nr 29 av 36 luttakandi
- Í 200 bandað er Alvi nr 43 av 46 luttakandi
- Í 400 blandað er Alvi nr 38 av 42 luttakandi




