Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Luxembourg við sensatión úrsliti

Jákup Ósá

Luxembourg vitjaði Italia í veningardysti í kvøld.

Luxembourg vitjaði Italia í veningardysti í kvøld. Smátjóðin fekk sensatión úrslit: 1-1!

Italia fyrireikar seg til HM kappingina og sum liður í hesum leiktu teir venjingardyst móti Luxembourg, sum Føroyar ofta samanbera seg við í styrki, í kvøld á heimavølli. Tað byrjaði eisini sum væntað, tá Claudio Marchisio skoraði til 1-0 eftir 9 minuttum. Men Italia skoraði einki mál afturat og 5 minuttir áðrenn leiklok javnaði Luxembourgvið máli frá Maxime Chanot. 1-1 var endaliga úrslitið.

Italia spældi við nøkrum, sum líktist sterkastu uppstilling við Buffon, Chiellini, De Rossi, Pirlo og Balotelli. Sostatt var talan um eitt av teimum heilt stóru úrslitunum nakrantíð hjá nakrari smátjóð, sum Luxembourg er.