Nú kom so lætta uppskotið. Sum øll vistu ella áttu at vita – Skuldi nakað gerast sum munar. Má meginparturin av lættanum , koma frá kommunuskattinum. Sum borgarstjórin á Eiði so rætt førdi fram. Hvørki kann ella skal, ein kommuna taka meira inn í inntøkum – enn tað, hon hevur brúk fyri.
Nú kom so lætta uppskotið.
Sum øll vistu ella áttu at vita – Skuldi nakað gerast sum munar. Má meginparturin av lættanum , koma frá kommunuskattinum. Sum borgarstjórin á Eiði so rætt førdi fram. Hvørki kann ella skal, ein kommuna taka meira inn í inntøkum – enn tað, hon hevur brúk fyri.
Hugsa dømi: Kommuna við 4000 skattaborgarum , hevur skattskylduga
inntøku uppá 680 milliónir kr. (áftaná botfr.) skatta % 22. (skattur 149,8 mil)
Sbr. Uppskot um fíggjarætlan, fyri komandi ár,skulu bert nýtast 136 milliónir.
So verður skatta % lækkað 2% ,til 20 %.
Í hesi kommunu eru 3000 skattaborgarar við inntøku undir 300 túsund kr.,
íð eiga ca. 50 % av skattskyldugu inntøkuni.Restin 1000 borgarar eiga
hini 50 %.
Áftaná fíggjarætlan er gjørd , kemur lætta modellið á borið.
Fyri hesa kommununa ( alt eftir hvussu nógvir skattaborgarar, hava inntøku
undir 45 tús.) lækkað inntøkurnar umleið (10 – 12 milliónir)
Hesar milliónir mangla nú í, skal fíggjarætlanin hanga saman.
Ongin trupulleiki , siga smiðirnir til lættan – Vit fíggja.
Hvussu??.
Jú, vit gera nøkur (a.la. ”Mugabe”) inntøku inntriv.
T.d. Inntøku tøkugjald á alivinnuna , tað bera vit kommununi aftur,fyri lættan.
Hetta er ein vánaligur háttur at fíggja (eftir míni metan skeivur) lættan við.
Harumframt so er blóðskeivt , at leggja tøkugjald á alivinnuna.
Skal alivinnan gjalda , so skal hon í fyrstu atløgu gjalda eitt leigugjald, av
tí økinum hon nýtir, á teimum firðum , hon er staðsett. Tað gjaldið skal liggja
fast.
Kommunurnar har hesir firðir liggja ,skulu so hava, um ikki alt, so meginpartin
av hesum gjaldi.
Skal meir takast inn frá alivinnuni. Nýti so skatt. Partafelags skatt, um
neyðugt ”ekstra ordineran” skatt.
Í kommunu døminum : Nevnt er omanfyri. Fer ein, íð tjenar 600 tú. kr.
Frá at gjalda 132 tús. kr., tá skatta % var 22, botnfr. 30 tús. –
Til eftir nýggja lætta modellinum , at gjalda 117 tús. kr., í kommunuskatti.
Ein skatta lætti uppá 15tús. kr.
Um nú hjartað bankar so ólukksáliga hart, fyri teimum, á niðastu rókum?
Hví ikki royna onkran annan hátt, at fíggja??
Siga vit , teir 1000 borgarnir, íð tjena yvir 300 tús. Gjalda tað sama sum áður,
22 % ,botnfr. 30 tús.(hvørki upp ella niður).
So komu 74,8 mill.kr. Inn í skatti frá teimum.
Hinir 3000, høvdu so við skatta % 20, botnfr. 45 tús. kr.
Kunna goldið 59 mill. kr.
Samla komu so 133,8 mill.kr. Inn.
Tá høvdu bert mangla 2,2 mill. kr., í – At fíggjarætlanin javnvigaði.
Men møguliga er hjartaslátturin ikki so harður , fyri teimum á lægstu
rókum – Nú –
Sum hann tyktist at vera – Tá biddað var um krossin??
Møguliga hevur ætlanin allatíðina verið ?
At mergsúgva vinnuna – Fyri at geva góðar lættar , í ovaru løgunum??
Vinarliga
Absalon í Buð




