Veðrið verður eitt sindur umleypandi næstu dagarnar. Lágtrýst flyta seg av leiðunum við Nýfunnland ímóti Íslandi. Tey steðga á í Grønlandsfjørðinum og standa meiri ella minni føst har.
Tað fer at hava við sær lágættarveður her í Føroyum. Vindurin fer fyri tað mesta at koma úr ættunum ímillum landsynning og útsynning og sunnan í dag og fram til leygarkvøldið. Onkur lítil løta úr ymsum ættum ella aðrari ætt. Sunnudagin verður helst útsynningur.
Luftin sum rekur inn yvir oyggjarnar hevur sín uppruna í miðjum Atlantshavi. Tí er hon lýggj og slavin, og tað fer eisini at merkjast her hjá okkum. Hitin fer at liggja um 6-8 stig í dag og í morgin, men kanska veksandi upp í 8- 10 leygardagin.
Avfall fer eisini at detta niður her hjá okkum. Brúgvaløg við regni standa í røð at sleppa framat. Men turrar løtur verða sjálvandi eisini. Fríggjadagin verður helst turt meginpartin av degnum – avfall verður um kvøldið.
Vindferðin verður eisini skiftandi næstu dagarnar. Í dag er vindurin minkandi niður í 5 til 10 m/s seinnapartin og niður um 5 m/s seint í kvøld. Fríggjakvøldið verður 13 til 18 m/s.
So tað verður eitt sindur av hvørjum veðri næstu dagarnar.




