Kalda luftin rekur ímóti Føroyum í morgin afturat. Hon kemur av leiðunum við Eysturgrønland.
Seint í annaðkvøld ella tíðliga hósnátt verður tað lýggjari luft av leiðunum vestan fyri Afrika, sum fer at reka til okkara.
Ættin í kvøld er høg eysturætt. Vindferðin liggur um 10-15 m/s í miðal fyri alt landið. Í morgin ári fer ættin at sníkja seg niður ímóti landsynningi – vindferðin meiri ella minni tann sama allan morgindagin. Seint í annaðkvøld kemur eitt brúgvalg framvið við regni ella vátaslettingi. Eftir at tað er farið framvið, lækkar ættin niður í sunnan, og vindurin fer at minka.
Hitin í morgin fer ar liggja um 3 stig. Hósdagin fer hitin at liggjan upp ímóti teim 8 stigunum.




