Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LÝGUR BJARNI DJURHOLM MEDVILJAÐ ?

John William Joensen

spyr Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldinum

tórbjørn jacobsen

Sjálvsavgerðarrætturin hevur verið eitt nógv tanlað hugtak, síðani Tjóðveldi royndi at lyfta føroyskan politikk upp í eina hægri altjóða sferu í 1998. Ikki so løgið, táið hesin átti at verið amboðið, ið kundi tryggjað pørtunum javnstøðu, tá føroyingar og danir samráddust um skipanina av føroyska statinum í 2000. Hjálandastøðan og vantandi góðkennngin av sjálvsavgerðarrættinum, frá danskari síðu, gjørdu, at samráðingarnar ongantíð komu úr statsrættarhøpi í fólkarætt. Danir samráddust í rættarligum metafori við sín egna albógva.

Hendan ótolandi støðan fekk undirritaða at leggja fram uppskot á Fólkating hesum viðvíkjandi. Tað hendi 30. apríl 2002, og uppskotið til samtyktar var soljóðandi: ”Folketinget opfordrer regeringen til at erklære over for de Forenede Nationer (FN), at Færøernes folk har ubegrænset selvbestemmelsesret i henhold til folkeretten.” Onkur hissini rødd tosaði fyri uppskotinum, m.a. Aage Frandsen frá Socialistiska Fólkaflokkinum, men yvirhøvur var støðan avgjørd negativ í donsku politisku flokkunum, og uppskotið hevði ongan tjans, og vann heldur ikki frama.

Síðani hendan samgongan kom sær til heimastýrisvaldið í 2004, hevur tað eydnast donskum stjórnarkynstri, at smoyggja tvær avgerðandi lógir niður yvir hjálandið Føroyar. Yvirtøkulógina og Uttanríkispolitisku Heimildarlógina, har tað verður staðfest, at í danska ríkinum finst bara eittans tjóð, hin danska. Hetta er tað, ið serliga Fólkaflokkurin hevur kíkað í hesum valskeiði, sum tíanbetur brátt fær ein enda.

Sjálvsavgerðarrætturin var uppi aftur og vendi, táið hesi málini vóru trumlaði ígjøgnum á Føroya Løgtingi á miðjari nátt. Tað sveið sjónliga í politisku líktornunum hjá Fólkaflokkinum, og táverandi formaðurin, Anfinn Kalsberg, bedýraði, at hann hevði trýst Per Stig Møller til at gera nakað við hetta málið, tvs. at hesin skuldi senda føroysku viðmerkingarnar til hinar Sameindu Tjóðir. Postflutningurin millum Ríkið og ST gongur sjálvandi ímillum Keypmannahavn og New York, og tann vegin vóru donsku uppskotini um sama mál longu farin og skrásett sum galdandi. Send út til øll limalondini sum galdandi í politisku og fólkarættarligu viðurskiftunum millum londini í sokallaðu ríkiseindini.

Vit hava spurt um hetta málið fleiri ferðir, og løgmaður hevur verið ógvuliga jánkasligur í sínum svarum. Einaferð segði hann seg vita, at teir úti í Tinganesi høvdu lagt føroysku viðmerkingarnar í ein brævbjálva, sum allíkavæl var sendur Uttanríkisráðnum við øðrum tilfari.

Í hólmgonguni í Útvarpinum ígjárkvøldið segði varaløgmaður Bjarni Djurholm orðarætt soleiðis frá: ”……longu í 2002 fingu avtalu við donsku stjórnina um eina skipan, sum endaði við yvirtøkulógini frá í fyrrárið, og tað er ein sera lagalig skipan, sum ger tað, at vit kunnu yvirtaka øll málsøki tá vit vilja, so skjótt vit vilja, men tá tað snýr seg um ríkiseindina, so er tað spurningur sum Løgtingið í síðsta enda, Føroya fólk, taka støðu til, og danskir myndugleikar hava so játtað og váttað, at tað er upp til okkara áleina, at taka ta støðuna, og hendan her støðan, hendan her yvirlýsingin, hendan her lógin, hon er send til ST, har tað er staðfest, at Føroyar eru tjóð við fullum sjálvsavgerðarrætti, so, í so máta eru vit á rættari kós, so fyri mær og fyri okkum í Fólkaflokkinum er tað bara ein spurningur um tíð, inntil vit fullføra tann leistin, sum vit hava samtykt, sum Løgtingið hevur samtykt, nevniliga at yvirtaka øll málsøkini so við og við, og vit taka tað seinasta stigið, táið Løgtingið og Føroya fólk vil…………….”

Nú er tað nakað síðani, at Djurholm fór undir at blása við mjøli í munninum hesum máli viðvíkjandi. Og tað er ófatiligt, at næstkommanderandi maður í útinnandi valdinum torir at gera royndina, at gykla fólki hetta túnatosið, sum galdandi rætt Føroya í alheimssamfelagnum. Tað kann bara vera tí, at hann undirmetir kvalitetin í føroyskum fjølmiðlum, – fjórða heimastýrisvaldið. Hvussu skal hetta paradoksið hjá Djurholm og Eidesgaard annars greinast. Tvær greipaðar lógir, har onnur staðfestir, at Føroyar ikki eru ein tjóð yvirhøvur og síðani at billa fólkið inn, at danir í somu ferðini hava boðað altjóða samfelagnum frá, at sjálvsavgerðarrætturin er intaktur?

Sannleikin er sum sagt, at danir í almennu fráboðanini hava staðfest donsku støðuna, teir eru jú limir í tí góða selskapinum, í mun til okkum, og at teir síðani fyri frið skuld hava sent skrivstovuni í New York føroysku viðmerkingarnar, sum týdningarleysa kunning.

Nú er somikið fráliðið, frá tí at hetta málið tók seg upp, at hava fólkafloksmenn og samgongan reint mjøl í posanum, so má tað vera eitt krav frá Føroya fólki, at hesir kallar kunnu leggja fram eina kvittan frá Sameindum Tjóðum, har felagsskapurin staðfestur, at Føroyar eru tjóð við fullum sjálvsavgerðarrætti. Bara at hoyra sambandsfraktionistin í Fólkaflokkinum, Bjarna Djurholm, sita og mutla eitthvørt git fram fyri seg í Útvarpinum, bara fyri at tøla sínar veljarar, tað er ikki nógmikið. Tað er meiri álvari í hesum málinum enn sum so.

Samanumtikið. Er føroyski óskerdi sjálvsavgerðarrætturin staðfestur í altjóða samfelagnum, so hevur alheimssamfelagið kvittað fyri hesum, og nú áliggur tað Djurholm at koma við kvittanini. Hann hevur alla próvbyrðuna. Fyri at brúka orðini hjá Hergeiri Nielsen í hesum viðfanginum: ”Hevur tú sent hini einastu einu eitt fríggjarabræv, so er tað ógvuliga avgerðandi fyri teir flestu, um unnustan svarar ella ikki.”

Leggur Bjarni Djurholm ikki skrivlig prógv fram um, at tað er staðfest í ST-regi, sum galdandi og endaligur rættur í altjóða samfelagnum, at Føroyar eru tjóð við fullum og óskerdum sjálvsavgerðarrætti, so verður hervið staðfest, at varaløgmaður hevur logið fyri opnari mikrofon !