Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LÝSING EFTIR MENNINGAR/ MENTANARLEIÐARA

(Hannefía Joensen)

leiðari fyri mentanar- og menningardeildini.

Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta á stovn eina menningar- og mentanardeild til at taka sær av tí vaksandi talinum av málum innan menning av kommununi og av málum innan skúla- og mentanarøkið.

Menningar- og mentanardeildin, sum er deild í býráðsumsitingini, hevur sum høvuðsuppgávu at verða fyrisiting hjá fíggjarnevndini í menningarmálum, somuleiðis sum deildin er fyrisiting hjá mentamálanevnd býráðsins, sum fyrisitir menta- og skúlamál hetta sambært kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu.

Starvið:
Tú kemur at hava dagligu leiðsluna av deildin, sum millum annað kemur at taka sær av:i
· Lokalari vinnumenning og menning av handilsvirkseminum.
· Serligum verkætlanum.
· Røkjan heimasíðu kommununar.
· At verða umsiting hjá mentamálanevndini.
· At umsita tann partin av føroysku skúlalóggávuni hjá mentamálanevndini, ið sambært lóg um fólkaskúla, frítíðarundirvísing og øðrum skúlalógum eru ella verða lagdar til kommununa.
· At hava umsitingarligt eftirlit við stovnum og deildum, og at arbeiða við at samskipa hesar til ein meiri virknan leiklut í lokalsamfelagnum.
· At fyrireika nýggj tiltøk á mentanar- og skúlaøkinum.
· At verða við til at samskipa tiltøk í Mentanarhúsinum í tøttum samstarvi við nevndina fyri Fuglafjarðar sjónleikarafelag.
· At fyriskipa ávís hátíðarhald, vinarbýarsambond og samskipa onnur tiltøk.
· At verða við til at orða tey mentanarpolitisku stevnumiðini hjá Fuglafjarðar kommunu.

Menningarmøguleikar: Vit bjóða eitt spennandi umhvørvi, har deildarleiðarin fær høvi at ávirka møguligar broytingar, ið kunnu ávirka arbeiðsinnihald og –umstøður.

Arbeiðsviðurskifti:
Má tola skiftandi arbeiðstíðir og til tíðir stórt arbeiðstrýst.

Fyrisitingarstøði: Deildarleiðarin hevur beinleiðis tilvísing til býráðsskrivaran.

Førleikakrøv:
Persónligir eginleikar, viðkomandi miðallanga útbúgving ella samsvarandi førleikar. Kunnleiki til kommunal viðurskifti og umsiting og innlit í vinnu- og handilsviðurskifti og skúla- og mentamál kunnu geva fyrimun. Krøv verða somuleiðis sett til føroyska rættskriving og málburð bæði í skrift og talu.

Persónligir eginleikar:
Framtakshugaður, leiðaraevni, samstarvshugaður, dynamiskur, loyalur, støður, tollyntur vm.

Lønar- og setanartreytir: Verða samsvarandi avtalu við avvarðandi fakfelag.

Byrjan í starvinum:
Starvið verður sett 01. september 2007 ella skjótast eftir hetta.

Fleiri upplýsningar og møguligir fyrispurningar kunnu verða settir Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702 ella 737700.

Umsóknir
og viðkomandi skjøl verða at senda Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørður, og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juli 2007 kl. 15.00.

Fuglafjørður, tann 20. juni 2007

Fuglafjarðar býráð