Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Lýtt og vátt í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro

Tað er luft úr miðjum Atlantshavi sum rekur til okkara í hesum døgum. Í upprunanum (hátrýstinum) er hitin oman fyri 22, men hon er kølnað niður í 8-10, áðrenn vit merkja hana.
Hon er eisini slavin, og tí fara fleiri brúgvaløg við regni at leggja leiðina framvið í vikuskiftinum. Annan hvítusunnudag – t.e. mánadagin – eru tey flestu farin norður- og eysturum.

Ættin í vikuskiftinum fer at liggja ímillum landsynning og útsynning-vestan.

Í morgun hevur verið regn, men nú er við at slíta í kring alt landið. Restin av degnum fer at vera turrur. Næsta brúgvalagið kemur um middagstíð í morgin, og tað fer at liggja oman fyri okkum restina av leygardegnum.

Ættin beint eftir døgurða hevur verið eitt sindur ymisk, men sum seinnaparturin gongur, verður tað vesturætt – bert lítil vindur, undir 5 m/s; í kvøld fer hann niður í sunnan, og í nátt í landsynning-sunnan.

Í morgin er tað landsynningur og sunnan, vindferðin fer at veksa út á fyrrapartin; á middegi eru 10 til 15 m/s saman við regninum, sum er nevnt omanfyri. Og soleiðis verður restin av morgindegnum.

Sunnudagin – hvítusunnudag – fer ættin aftur upp í útsynning. Vindurin minkar niður í 5 til 10 m/s um morgunin, møguliga hann veksur eitt vet seinnapartin.

Sunnukvøldið minkar vindurin niður í 3 til 8 m/s, og mánanáttin minkar uppaftur meira. Tað verður turt og gott veður allan mánadagin.

Góða hvítusunnu og gott vikuskifti.

   

Harleywoodpaint