Tað herjar satt ódnarveður kring Danmark í løtuni. Stormur og hvirlur upp í ‘orkan’, um vit kunnu loyva okkum at orða tað soleiðis. Júst nú koma tíðindi um ein mann, ið hevur fingið ein flúgvandi takstein í høvdið og er deyður av stoytinum. – Fleiri onnur eru komin til skaðis í ringasta ódnarveðrinum síðani 1999, fortelja danskir miðlar.

Hetta hendi fyri lítlum tíma síðani í “Gilleje havn”.
Danska løgreglan upplýsir eisini at ein kvinna í Haderslev, sum er í Suðurjútlandi, er komin alvorliga til skaðis. Eitt tak er onkursvegna raplað oman yvir hesa stakkals 57 ára gomlu konuna.
Á Fyn, ella Fjón (fyri at lúka málilsku, ið summi ikki tola), hevur ein maður eisini brotið beinið.
Her í Keypmannahavn, har undirritaði er staddur, verður heitt á fólk, um at halda seg innandura.
DMI upplýsir, at hetta er ringasta ódnarveður síðani 1999. Men sigur eisini, at hetta ódnarveðrið varðar nógv styttri. Vindurin byrjaði veruliga at blæsa fyri 2-3 tímum síðani og væntast at fara at minka munandi um ein tíma.
Kelda: Jyllands-Posten