Tað kostaði eitt mannalív, tá ein maður fór niður ímillum, tá hann skuldi umborð á Rituna í dag, sum lá á Kirkju. Tað skrivar jn.fo. Teir fingu fatur á manninum aftur, men nakað eftir, at hann var komin á landssjúkrahúsið, var staðfest, at maðurin, sum var um 60 ára aldur, var deyður.


