Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maður mundi rent í grót í tunli norðanfyri

Danial Viðoy

Rumbul í tunlinum millum Árnafjørð og Klaksvík/Ánirnar: Ein ungur maður av Viðareiði var sera nær við at koma til skaðir í syðra tunlinum nærri Klaksvík í gjár. Hann var júst komin upp í fart tá ið hann sá eina grótrúgvu á vegnum inni í tunlinum. Maðurin kom ikki til skaðis.

Hetta var ikki tað einasta sum hendi í gjár. Eisini var ein proppur í tunlinum í gjár og ein rúgva av bilum stóðu millum tunlarnar og sluppu ongan veg.

Tað manglaði lítið í, at hann rendi seg í grótrúgvuna.

– Hevði eg ikki verið vanur at koyra á hesi vandafullu leið, hevði vist nokk enda galið, sigur hann.

– Eg megnaði akkurát at bremsa. Tað snúði seg um sentimetrar. Hevði er rent í grótrúgvuna við so nógvari ferð, hevði eg mist tamarhaldið á bilinum og Gud viti hvat hevði hent við mær og bilinum.

– Talan var ikki um sera stóra grótrúgvu, men tó um grótrúgvu, sum kundi gjørt sera stóran skaða. Tað skal lítið til at missa tamarhaldið á bilinum, greiðir hann frá.