Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maður og kvinna dottin oman – men sluppu væl frá hendingini

POLITI

Í dag kl. 16:55 fekk alarmsentralurin fráboðan frá eini kvinnu um, at hon og ein maður vóru dottin oman í brattlendinum oman móti Ambadali í Norðureysturoy. Tey fylgdust tá óhappið hendi, men hon steðgaði meðan maðurin gleið víðari oman brekkuna.

Sjúkrabilur, politi og tyrla varð beinanvegin send á staðið og ein staðkendur røktingarmaður frá Gjógv fór beinanvegin til gongu at leita.

Kl.17:50 boðaði røktingarmaðurin frá, at hann hevði samband við neyðstøddu fólkini og tey vóru nú ávegis til gongu móti Gjáar bygd, har sjúkrabilurin koyrdi tey á Landssjúkrahúsið.

Maðurin, ið er 57 ára gamal og kvinnan, ið er 46 ár, sluppu væl frá hendingini og høvdu bert fingið smávegis snuddir.