Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Maðurin í nei-hattinum

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Tess neiligari blaðstjórin á Sosialinum er, tess størri er frustratiónin og innanhýsis spenningurin í Javnaðarflokkinum

Tess neiligari blaðstjórin á Sosialinum er, tess størri erfrustratiónin og innanhýsis spenningurin í Javnaðarflokkinum

Politisku barometrini eru mong, og eitt av teimum erblaðstjórin á Sosialinum. Barometrið virkar soleiðis, at tess perfidarioddagreinir blaðstjórans eru, tess størri eru innanhýsis spenningarnir íJavnaðarflokkinum.

Heila viku á tamb

Tak farandi vikuna sum dømi. Tann heldur slitni politiskispinnirokkurin hjá Javnaðinum, Sosialurin, kemur út tríggjar ferðir um vikuna,og í øllum trimum útgávum hevur tann burturav politiski blaðstjórin skrivað umSambandsflokkin og sambandsfólk.

Hugsa tær!

Alla vikuna á tamb hevur sjefstrategurin hjá 14.september-samgonguni, sum eisini er marknaðarleiðari hjá Sjúrði Skaale, sitiðmúlatrútin í nei-hattinum og brúkt tíð og politisku orku uppá Sambandsflokkin.

Sum tikið verður til, so skal sterkur lútur til skurvut høvd.

Skeiva beinið úr songini

Longu mánamorgunum kom skeiva beini úr songini. Rasandi ogfroysandi. Hví? Tí Sambandsflokkurin hevur lagt fyri Tingið eitt skilagottuppskot um, at bummgjaldið í Vágatunlinum og síðani Norðoyatunnilin, sumavtalað, skal burtur.

Sama dag ruslaði hann eisini okkurt erkvisið á blað um, at14. september-samgongan, sum undir Javnaðarflokkinum rekur víðgongdanloysingarpolitikk, brádliga ikki skal eita 14. september-samgongan longur.

Illur um ríkari Føroyar

Týsdagin spældi blaðstjórin aftur falskar tónar á politiskufiólini.

Nú var hann sansaleysur, tí formaður Sambandsfloksins álandsfundi segði, sum rætt er, at okkara flokkur leingi hevur víst á, hvussuútflutningsvirðið Føroya kann tvífaldast – ímeðan útreiðslurnar hjá 14. september-samgongunispola avstað.

Sjálvur havi eg staðið fyri at kanna, hvussuútflutningsvirðið kann økjast í stórum, og tað stendur klettafast.

At lívverjin hjá Akseli og Sjúrði ilskast inn á uppbyggjandiuppskot, er undrunarvert. Kanska er tað tí, at hvørki Aksel ella Sjúrður erukomnir við uppskotinum?

Snápilin í landskassan

Teir báðir hava verið kúrrir í longri tíð. Aksel hevur fjaltseg úti við lunkaðu fullveldisradiatorarnar úti á Tinganesi, meðan Høgni Hoydalstýrir móti loysingini.

Eitt uppskot um fiskivinnunýskipan er lagt fram, men hvørki íJavnaðarflokkinum ella Tjóðveldi er serliga góð undirtøka fyri tí.

Sjúrður hevur runnið sum fyri lívinum undan sær sjálvum ogbrotinum á tagnarskylduna, sum hann helst hevði fingið revsing fyri, umløgmaður helt sínar skyldur og tók málið upp.

Meðan tøgn hevur valdað í Javnaðarflokkinum, er blaðstjórinsendur í býin, og tað hava vit so sæð hesa vikuna.

Hósdagin var hann niðri í Vágatunnilin. Rópti og skeldaði umbummgjaldið. Sum skilst vil hann hava eitt annað uppskot enn tað hjáSambandsflokkinum lagt fram.

Og brádliga er blaðstjórin, sum vil tyngja føroyskaskattgjaldaran við sínum privata fjølmiðlastuðuli úr landskassanum, blivinfirtin um eina fiktiva ”avgjaldsøði”.

Hví so firtin?

Hví man blaðstjórin hava so ilt í afturpartinum av tí, sumSambandsflokkurin kemur við og avrikar?

Er tað tí, at Javnaðarflokkurin kortini ikki hevur tað sogott niðri í loysingar-lummanum hjá Tjóðveldinum?

Hevur Javnaðarflokkurin fingið kaldar føtur avuppboðssølu-vavstrinum, sum formaður Tjóðveldis hevur lagt fyri Tingið?

Er neistin til eitt avgerandi innanhýsis stríð birtur?

Hyggja at sær sjálvum

Tað er ein dygd at hyggja at sær sjálvum, áðrenn man fer atfinnast at øðrum, og tað átti fullveldisblaðstjórin at roynt onkuntíð.

Hví skulu skattgjaldarar – ígjøgnum ”miðlastuðul” úr landskassanum– fíggja partapolitiska virksemið hjá Sosialinum?

Er tað í lagi, at eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Sosialinum,sum nú situr í landsstýrinum, skal tryggja sínum gamla arbeiðsgevara eitt beinat gnaga?

Er tað í ordan, at ein sonevndur óheftur miðil stendur undirliðini á makthavarunum og steinar andstøðuna?

Og hví fortelur blaðstjórin ongantíð søguna um, hvussu tanngamli og fólksligi blaðstjórin og skilamaðurin, Jan Müller, á ljótanhátt varð kroystur úr starvinum og út úr Miðlahúsinum?

Koma sær í óføri

At sita í tí svarta nei-hattinum og fýsa eftir flokkum ogpolitikarum elvir kanska til gleði og gleim í Miðlahúsinum.

Hinvegin er tað neyvan uppbyggjandi fyri Aksel og Sjúrð, sumí seinasta enda koma sær í óføri av blaðstjóranum á Sosialinum.

Forholdið millum Sosialin og 14. september-samgonguna minnirikki sørt um forholdið millum Breitbart News og Trump forseta.

Fólk duga væl at avlesa barometrið og at gjøgnumskoða politiskaspælið fyri gallarínum.