Druknaði maðurin, ið Brimil fann 76 fjórðingar sunnanfyri Akraberg í gjár kl. 13:00, er nú eyðmerktur.
Tíðindaskriv frá Løgregluni:
“Druknaði maðurin, ið Brimil fann 76 fjórðingar sunnanfyri Akraberg í gjár kl. 13:00, er nú eyðmerktur.
Líkskoðan hevur verið seinnapartin í dag og har bleiv staðfest, at talan var um ein 61 ára gamal russara, ið leitað hevur verið eftir síðandi mánakvøldið tann 18. apríl 2016 kl. 17:00.
Russarin var við russiska trolaranum Lazumyy.
Tey avvarðandi eru kunnaði.
Jón Klein Olsen
varapolitiinspektørur”




