Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mææh hjálp!

VisitFaroeIslands

Hjálpið okkum at fáa Google Streetview til Føroyar!

Google Steet View er eitt vælumtókt og hent amboð, sum nógv fólk brúka í samband við ferðir til onnur lond. Google Street View hevur verið á Mont Blanc, Mont Everest, New York, New Deli og Great Barrier Reef, men tey hava enn ikki verið í Føroyum. Hetta ynskja vit at broyta og Føroyar hevur brúk fyri tínari hjálp. Vit hava sjósett eina verkætlan, sum allur heimurin hevur tikið til sín, og Føroyar og Sheep View eru í hesum døgum í nærum øllum altjóða fjølmiðlum. Vónandi eydnast tað okkum endiliga at fáa Google at uppdaga Føroyar, soleiðis at eisini Føroyar kunnu koma á Google Street View. Eisini tú kanst hjálpa Føroyum at røkka hesum málinum. Hetta kanst tú gera við at:

  • Tak eina mynd av vøkru, kringlutu vegunum í Føroyum
  • Viðmerk (tagga) myndina#WeWantGoogleStreetView
  • Legg myndina út á Facebook, Instagram og aðrar sosialar miðlar

Túsund takk fyri tykkara hjálp.

Vinarliga

Starvsfólkini á Visit Faroe Islands

#visitfaroeislands #faroeislands #sheepview360

Les meira áhttp://www.sheepview360.com