Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mæla ikki longur til Influensa A (H1N1)-kanning

John William Joensen

Framyvir verður sum meginregla ikki tilmælt at pota fólk í vandabólkum ella húsfólk hjá fólki í vandabólki, tá ið hesi fáa típisk skúkueyðkenni uppá beinkrím.

Fólk í vandabólki, sum hava týpisk sjúkueyðkenni, verða beinanvegin sett í viðgerð.
Pandemibólkurin viðgjørdi í gjár seinastu vegleiðingina frá danska Heilsustýrinum. Mælt var til at vegleiðingin verður fylgd og hesum hevur Heilsumálaráðið tikið undir við. Fullur tekstur av leiðbeiningini sæst á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum (www.sst.dk).
Sambært vegleiðingini er ikki longur neyðugt at pota fólk í vandabólki, sum fáa týpisk sjúkueyðkenni. Í staðin skulu tey beinanvegin verða sett í antivirala viðgerð, t.e. viðgerast við annaðhvørt Tamiflu ella Relenza heilivági.
Kanningar við poti fyri H1N1 eiga tó framvegis at vera gjørdar, um illgruni er um álvarsligt beinkrím, ið krevur innlegging sum liður í staðfesting av sjúkuavgerð.
Sambært danska Heilsustýrið vísa kanningar, at so at siga øll, ið fáa beinkrím í hesum tíðum, fáa slagið H1N1.
Tað harmar limirnar í pandemibólkinum, at ov fá fólk í vandabólkunum higartil hava sett seg í samband sín kommunulækna um at verða koppsett. Heitt verður tí á fólk í vandabólki, sum eru undir 65 ár, at seta seg í samband við kommunulæknan sum skjótast og bíleggja tíð til koppsetingina. Koppað verður tvær ferðir.
Vandabólkarnir eru eitt nú tey, ið hava niðursett lungnavirkni, astma, hjartasjúku, sukursjúku, niðursetta immunverju og fólk við høgari yvirvekt (BMI meira enn 40). Nærri útgreining av vandabólkum sæst á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum (www.hmr.fo).
Góð ráð
Tað týdningarmesta í sambandi við at fyribyrgja smittu er framvegis, at fólk vaska sær ofta um hendurnar, hosta ella njósa í ermuna og at verða heima, um ein er sjúkur. Sjúkueyðkennini eru knappliga íkomin sjúka við yvir 38˚ Celsius, sjúkueyðkenni frá andaleið (vanliga ilt í hálsi og hosti) og pína í vøddum. Leyst lív kemur fyri.
Fólk í vandabólki og tey, ið gerast meira enn vanliga sjúk av influensa – eitt nú fáa trupulleikar við at anda – skulu vera serliga ansin og eiga tey at seta seg í samband við egnan lækna, um tey ella onkur í húskinum fáa sjúkueyðkenni.

Landslæknin og Heilsumálaráðið 13. november