Nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur í skrivi til Tjóðveldi, mælt øllum liðum í flokkinum at standa við, og virða givin lyftir um Sandoyartunnilin.
Tjóðveldi hevur altíð verið flokkur, sum tekur støði í at allir føroyingar eiga rættin til landið, og harvið rættin til eitt javnt tænastustøði, hjá øllum borgarum landsins. Samstundis er tað eitt stórt brot á rættartrygdina í einum upplýstum samfelag, at skrykkja vónir og vantanir, samtyktar í lóg, undan einum av veikastu fólkabólkunum í landinum, Sandoyingum og Suðuroyingum. Ein støða sum ikki vekir virðing fyri, og álit á politisku skipan landsins.
Sandoyar Tjóðveldisfelag ásannar týdningin av økismenningini, og sær samanbindingina av landinum við vegum, tunnlum og brúm, sum ein tann týdningarmesta táttin í royndini at vekja lív kring landið, og harvið vaksa um samhaldsføstu tjóðina Føroyar. Henda menning byrjaði fyri nógvum árum síðani, og hevur verið fortreytin fyri framburði í Føroyum. Eingin orsøk er til at seta suðurpartin av landinum eftir, nú vunnu rættindini hjá fjøldini norðanfjørðs, skulu gerast veruleiki hjá føroyingum sunnanfjørðs.
Sandoyar Tjóðveldisfelag metir svart/hvíta kjakið um bleyt og hørð virðir, seta partar av fólkinum upp móti hvørjum og fremur hettar ikki søk føroyinga í tjóðskaparstríðnum.
Sum fyrsti flokkur setti Tjóðveldi Sandoyartunnilin í valskránna. Hetta var til løgtingsvalið í 2004.
Sandoyar Tjóðveldisfelag heitir tí staðiliga á leiðslu flokksins, landsstýriskvinnur og ,- menn, tingkvinnur og ,- menn, um at finna góða samstarvsandan, og virða løgtingslógina sum tryggjar Sandoynni og Suðuroynni, javnbjóðis rætt til føðilandið Føroyar.
Við samhaldsfastari kvøðu
Sandoyar Tjóðveldisfelag
Meiken Krabenhøft, forkvinna




