Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mælir til ókeypis venjingartilboð til fólk við Parkinson

John William Joensen

Annita á Friðriksmørk, reisti í gjár spurningin um venjingartilboð á løgtingið, í samband við aðalorðaskiftið um nýskipan av Heilsuverkinum.

Annita á Friðriksmørk, reisti í gjár spurningin um venjingartilboð á løgtingið, í samband við aðalorðaskiftið um nýskipan av Heilsuverkinum.

Í røðu síni nevndi løgtingslimurin hjá Tjóðveldi at tað er sera týðandi fyri fólk við Parkinson at venja.

– Tilboð um venjing við Fysioterapeuti, er sera týdningarmikið fyri fólk við parkinson.

– Tað er í mestalagið 130 fólk við Parkinson í Føroym og um tey fáa møguleika at venja tvær ferðir um vikuna, ókeypis, alt árið, verður talan um eina meirútreiðslu fyri Heilsuverki á 1,7 mió. kr. árliga.

– Hetta tilboðið er ókeypis í londunum kring okkum fyri fólk við Parkinson, og hetta eiga vit eisini at megna í Føroyum, segði tingkvinnan m.a.