Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mær dámar sera væl at egna – teir forkela meg í skúrinum hjá Norðsøka

Oliver Joensen

 Tað segði 12 ára gamli Hans Jákup Joensen, ið kýtti seg at egna í egningarskúrinum hjá Norðsøka í gjár, tá Norðlýsið vitjaði. Beint við síðuna av Hans Jákupi, stóð fleir faldi vinnarin av egningakappingini á Sjómannadegnum, John Havn og kappaðist við Hans Jákup.

Mær dámar sera væl her, segði Hans Jákup. Eg havi tað gott ímillum vaksnu menninar, og eg haldi at teir forkela meg. Tá eg byrjaði at egna, eftir heystfrítíðina frá skúlanum í fjør, fekk eg mangan hjálp frá teimum, men nú klári eg meg sjálvur og eg plagi at egna einar tríggjar stampar um dagin, tá nakað er at egna. Tað tekur mær um ein tíma og 40 minuttir at egna ein stamp. Men sjálvandi, leggur Hans Jákup afturat, tað veldst um hvussu góðir teir eru at egna. Eru nógvir húkar burtur ella stampurin fløktur, so tekur tað longri tíð.

Men eg fái hjálp tá tað er neyðugt, eisini geva menninir mær handskar og tílíkt, so teir ansa væl eftir mær.

Fyri pengarnar, sum eg havi tjent síðani heystferðina havi eg keypt mær Iphone, Ipad og ymiskt slíkt sum vit ungu hava í dag.

Eyðólvur, skiparin á Norðsøka hevur spurt meg nær eg komi við ein túr, men eg haldi at eg fari at bíða til eg verið 14 ár sigur ein sera fryntligur og skilagóður Hans Jákup Joensen.

Vit skulu eisini siga, at tað framvegis er tørvur á egnarum á Stongunum, so vilja tit halda tykkum til, so er at fara á Stengurnar at spyrja. Hans Jákup mundi fáa útivið hálvt fjórða hundrað krónur fyri egningina í dag.