Nevndarformaðurin í Mærsk, Michael Pram Rasmussen, hevur lagt frá sær eftir at felagið hevur kunngjørt eitt søguliga stórt undirskot.
Nevndarformaðurin í Mærsk, Michael Pram Rasmussen, hevur lagt frá sær eftir at felagið hevur kunngjørt eitt søguliga stórt undirskot. Michael Pram Rasmussen hevur sitið sum nevndarformaður í Mærsk í 14 ár.
Lágir oljuprísir og lág farmagjøld hava rakt samtakið hært og eru ein orsøk til, at felagið í farna ári hevði eitt hall á 2,9 milliardir dollarar, sum svarar til 13,2 milliardir danskar krónur. Hetta er vánaligasta úrslitið í 112 ára longu søguni hjá felagnum.
Orsaka av lágu oljuprísunum hevur nógv minni verið at gjørt hjá felagnum við at veita tænastur til oljuídnaðin, og av somu orsøk eru stór virði niðurskrivað. Samtíðis gav raksturin av bingjuflutninginum í Maersk Line 376 milliónir dollarar í halli.
Forstjórin, Søren Skou, kallar úrslitið hjá felagnum “sera ókøktandi”. Hann hevur tó góðar vónir um, at tað fer at eydnast at venda gongdini.




