Nýggi søluleiðarin hjá Maersk vitjaði týsdagin Fonn Flog
Steffen Riiskjaer, ið hevur havt Føroyar sum starvsøkið í mong ár var saman við nýggja sølustjóranum Thomas E. Øster á føroyavitjan.
Talan var bert um eina sokallaða samstarvsvitjan, og søgdu teir seg verða væl nøgdir við samstarvið við Fonnflog.
Hettar er 56. ferðin at Steffen Riiskjaer er í Føroyum, og 1. ferðin hjá Thomas E. Øster.
Spennandi verður at frætta um ikki onkrar bíligar flogferðir spyrjast burtur úr Føroya vitjanini.




