Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Magne Hoseth fekk 50 dagar – uppsagdur

Norðlýsið

Magne Hoseth er uppsagdur í Lyngby, skriva danskir miðlar í morgun.

Sum Norðlýsið skilir, so er tað manglandi uppbakningur frá leikarum og venjarahópi.

Lyngby skrivar á heimasíðu sínari, at leiðslan undirstrikar, at feilurin liggur hjá teimum, og at teir eru harmir um støðuna, ið teir hava sett Magna Hoseth í.

Í tíðindaskrivi frá leiðsluni stendur eisini at lesa, at leiðsan fekk tíðliga í tilgongdini at vita frá starvsfólkunum í Lyngby, at venjarin ikki hugsavnaði seg nokk um uppgávuna og ikki gav nóg góð boð víðari.

Hetta hevur ført við sær, at starvsfólk, venjarahópur og leikarar ikki trúgva upp á framtíðina.