KÍ-fjepparar kunnu longu byrja at gleða seg til at síggja Magna við familju enn meiri í Klaksvík. Magne og konan, saman við børnunum báðum, fara eftir nýggjár at flyta til Klaksvíkar.
Aftaná 8 mánaðir í hvør sínum landi, hava tey bæði valt at selja húsini hjá sær í Molde, og flyta til Klaksvíkar saman við børnunum.
Við norsku netsíðuna rbnett.no sigur Magne millum annað, at ein familja eigur at vera saman og ikki minst gleðast saman. Tað hevur verið toført at liva so langt burtur frá hvørjum ørðum og ein familja hevur brúk fyri at vera saman, fyri at vera heil.
Eisini konan gleðist um at byrja eitt nýtt kapittul í nýggjum landi. Hon vísur eisini á, at ein familja má vera saman, óansæð hvar í heiminum tað er.
Tey hava valt at seta húsini í Molde til sølu, og vænta at fáa uml. 6 mió. norskar krónur fyri tey.


