Tað er umráðandi at finna rætta mannin, sum kann geva okkum tað vit hava brúk fyri í løtuni, sigur stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge.
Ein sum dagliga kappast í altjóða høpi er stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, og hann heldur ikki at FSF eigur at hefta seg við um maðurin er føroyingur ella ikki.
– Eg haldi einki forgjørt vera í tí at FSF umhugsar hvørjir føroysk evni eru til starvið.
– Og skal eg hava eina meining um hetta so haldi eg at tað verður ógvuliga trupult at sleppa uttan um ein mann sum Jóhann Nielsen.
– Tað er merkisvert hvussu hesin maðurin, sum í so mong ár hevur mynda tað besta í føroyskum fótbólti, framvegis kann yvirraska okkum og enn verða best til sítt arbeiði.
– Hann er eitt gott evni sum nýggjur landsliðsvenjari.
Hava gjørt tað gott
– Eg má undirstrikað at eg ikki eri nakar serfrøðingur á økinum, men tó haldi eg at teir sum hava staði á odda fyri landsliðnum hava gjørt tað gott.
– Páll Guðlaugsson var rætti maðurin tá vit fóru upp í altjóða fótbólt.
– Somuleiðis haldi eg at Allan Simonsen gav føroyskum landsliðsfótbólti eitt lyft tá hann tók við sum landsliðsvenjari, so eg haldi at spurningurin er bara at finna rætta mannin.




