Ein av toppskjúttunum til Fólkatingsvalið á listanum hjá Tjóðveldi – Magni Arge – hugleiðir um vitjan sína á ársins Summarfestivali á Facebook….Har gingu Jacob og Janus og Annika og Óluva, Kristina og Jónleif ……. Tá fór eg bara niðan í Betesda at fáa mær kaffi. Har var opið hús og stórur blíðskapur í nýggju og stásiligu húsunum.

Magni Arge skrivar á Facebook:
Í kvøld mugu Dubliners klára Molly Malone uttan mína hjálp. Men eg var í Klaksvík í gjár og haldi ikki eg minnist nakrantíð at hava sæð so nógvar og glaðar festivalgestir á Vágsbø sum til Roxette í gjár. Humørið á heimafólkinum fekk eina ekstra grad, tá Kí vann 2-0 á HB. Hetta var gott mið at trola í hjá altráðum løgtingskandidatum og teir peilaðu dúgliga av Har gingu Jacob og Janus og Annika og Óluva, Kristina og Jónleif – har var ongin friður. Veit ikki hvussu tað hilnaðist við veiðuni á campingplássinum og Vágsbø, men eg misti at kalla mótið, tá Kári Cool slapp undan sensurinum og ekseleraði á stóra palli frammanfyri stóru mannfjøldini. Tá fór eg bara niðan í Betesda at fáa mær kaffi. Har var opið hús og stórur blíðskapur í nýggju og stásiligu húsunum. Men har vóru revarnir eisini. Sá bæði Kaj Leo, Bárð, Karstin og onkran annan afturat. So oman í pottin – niðri við kampingplássið – men tá sveik mótið og eg endaði aftur á Vágsbø til klassikaran Frændur ístaðin. Ein herlig løta víð bólkinum, sum nemur tjóðskaparligu hjartastreingirnar meiri enn tey flestu við sínum løgum og yrkingum. Vóni tit hugna tykkum aftur í kvøld. Sum tit kunnu lesa, so havi eg hálað trolið inn fyri hendan Summarfestivalin.