Av og á kann tað verða neyðugt, at bróta vallyfti. Magni Arge hevur eftir øllum at døma gjørt upp við seg sjálvan, at nú stórar avgerðir skulu takast í Løgtinginum, kundi hann ikki bara standa á síðulinjuni og eygleiða tað, sum gongur fyri seg í tinginum í løtuni.

Vit hava sannliga brúk fyri politikarum, sum vilja verða har, sum avgerðirnar verða tiknar. Hann hevur drúgvar royndir, sum stjórið í einum føroyskum felag, sum vann seg nógv fram á altjóða pallinum við honum sum leiðara. Hann er ein kærkomin barlast hjá flokkinum nú Tjóðveldisskútan er um at kollsigla.
Eingin ivi um at vinnuligi profilurin hjá flokkinum er í stórum trupuleikum og er tað nakar, sum júst kann rætta kumpassina vinnupolitiskt, so flokkurin kann finna aftur inn á kósina, so er tað júst ein persónur við royndunum hjá Magna Arge.
Veljarakanningin, sum júst er kunngjørd, staðfestir bara tað, sum øll hava vita leingi, at støðan hjá flokkinum vinnupolitiskt er álvarslig.
Tað hevur neyvan verið lætt hjá Magna Arge at tikið hesa avgerðina, tí hon gongur beint ímóti flokksleiðsluni og hansara egnu útsagnum, og tí hevur stórt trýst liðið á herum hansara.
Um avgerðin er røtt ella ikki fara komandi dagarnir at vísa – men hattin av fyri Magna – hann hevur í øllum føri tikið eina djarva avgerð.
Og boðini eru ikki til at misskilja – eg vil verða við tá vinnupolitisku avgerðirnar skulu takast.