Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magni hevur størstu fráveruna

Helgi Abrahamsen

Løgtingið hevur havt sín seinasta fund í hesi tingsetuni, og um einki óvæntað hendir, verður tingfundur ikki aftur fyrr enn á ólavsøku.

Seinnu árini hava fjølmiðlarnir gjørt nógv burturúr at hyggja eftir, hvørji tingfólk hava havt mestu fráveruna í tingsetuni. Hetta verður gjørt út frá gerðabókini hjá løgtinginum, men talið kann vera sera misvísandi, tí skilt verður ikki ímillum, hvussu leingi fólk hava sitið í tingsalinum, men bara hvussu nógvar heilar tingfundir tey hava verið burturstødd.

Tað vil siga, at ein tinglimur sum setur fótin innum hurðina í tingsalinum og rýmur avstað aftur beinanvegin, stendur til at vera møttur líka væl sum tann, ið situr ein heilan dag á fundi.

Harumframt skal eisini havast í huga, at ofta eru fleiri fundir sama dag, og tí kann ein tinglimur, sum er burturstaddur í ein dag, verða skrivaður fyri fráveru frá nógvum fundum.

Vit hava kortini gjørt ein lista yvir fráveru síðani valið. 70 fundir hava verið síðani nýggja løgtingið kom saman fyrstu ferð og fráverurnar frá heilum tingfundum eru hesar:

Magni Laksáfoss       12 fundir

Annika Olsen       11 fundir

Jenis av Rana 9 fundir

Jákup Mikkelsen 9 fundir

Kristin Michelsen 5 fundir

Jacob Vestergaard 5 fundir

Bárður Nielsen 4 fundir

Helena Dam á Neystabø 4 fundir

Kaj Leo Johannesen 4 fundir

Jørgen Niclasen 3 fundir

Bill Justinussen 3 fundir

Heðin Mortensen 3 fundir

Bjarni Hammer 2 fundir

Magnus Rasmussen 2 fundir

Jónleif Johannesen 2 fundir

Sonja Jógvansdóttir 2 fundir

Bárður Kass Nielsen 1 fund

Bjørt Samuelsen 1 fund

Djóni N. Joensen 1 fund

Pauli T. Petersen 1 fund

Kristianna W. Poulsen 1 fund

Magni Laksáfoss, sum stendur ovast á listanum, hevur umframt hesar fráverurnar, havt farloyvi frá 13 fundum. Sostatt hevur hann ikki verið á tilsamans 25 av 70 fundum (tað svarar til eina fráveru á tilsamans 35,7 prosent).